Lýsing
Lýsing
Lýsing

Grillhugni í góðveðrinum: KBI bjóðar viðskiftafólkum ókeypis pylsur

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  15.05.2025 - 10:27 Mentan Myndarøð Tíðindi

Í dag fer KBI at bjóða øllum sínum viðskiftafólkum til eina hugnaliga summarløtu við pylsum og drekkivørum í bakandi sólini. Vit vóru forbí hjá KBI í morgun, har tey gjørdu klárt til tiltakið, og stemningurin var longu góður.

 

 

Veðrið hevur verið av tí allar besta, og veðurforsøgnin sigur bakandi sól allan dagin. Hetta hevur givið starvsfólkunum hjá KBI hugskotið at bjóða sínum viðskiftafólkum til eina óformella løtu við góðum mati og góðum práti.

Grillin verður tendrað kl. 12, og tá verður møguleiki at fáa sær eina pylsu og okkurt drekkandi afturvið. Starvsfólkini hava gjørt klárt við borðum, stólum og nógvum pylsum, so øll kunnu njóta summardagin í góðum lag.

Vit prátaðu við stjóran hjá KBI, sum sigur, at hetta er ein frálíkur møguleiki at síggja síni viðskiftafólk í einum øðrvísi høpi og at takka teimum fyri góða samstarvið. "Vit vilja skapa eitt gott og óformelt høvi til eitt prát og at njóta góðveðrið saman," sigur Rói Clementsen.

KBI væntar góðan undirtøku og gleðir seg til at síggja nógv fólk til summarløtuna í dag. Vit á Norðlýsinum ynskja KBI eitt væleydnað tiltak.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…