Lýsing
Lýsing
Lýsing

Firum flytur til Hósvíkar

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  17.05.2025 - 00:00 Tíðindi

Á sumri 2026 verður alt virksemið hjá Firum savnað á einum staði. Nýggja staðsetingin verður í Hósvík, har Firum hevur gjørt langtíðaravtalu við P/F Thor um at leiga bygningin hjá teimum, sum liggur á havnarlagnum. Harumframt er avtala gjørd um at leiga økið vestan fyri bygningin.

 

Í Hósvík eru góðir møguleikar hjá Firum at savna alt virksemið, eins og góðir møguleikar eru fyri at víðka virksemið hjá Firum í framtíðini. Umframt skrivstovur, fundarhøli, kanningarstovu, goymslu og verkstað verða eisini umstøður at gera royndir við livandi fiski og verum fyrireikaðar. Í Hósvík ber eisini til at hava granskingarfarið Andrias Reinert liggjandi, og tað verður tí høgligari at flyta útgerð og sýni millum hølini hjá Firum og Andrias Reinert.

Firum, ella Fiskaaling, sum var navnið inntil fyri einum góðum ári síðani, hevur hildið til á lívfiskastøðini við Áir. Hesar umstøður eru ikki nøktandi til virksemið í dag, tí Firum er farið frá at vera eina alifyritøka til at vera ein granskingarfyritøka. Altso er farið frá at framleiða rogn til at framleiða vitan.

Í eina tíð hava møguleikar verið kannaðir fyri, hvar Firum skal verða. Ein týðandi partur av hesum kanningararbeiði hevur verið at finna eitt stað nærhendis støðini við Áir, tí vit trívast væl í Sundalagnum.

Síðani Firum gavst at framleiða rogn í 2017, hevur Bakkafrost leigað lívfiskastøðina í Skopun og rakstrarbygningarnar við Áir. Avtala er nú gjørd við Bakkafrost, sum keypir lívfiskaalistøðirnar hjá Firum í Skopun og við Áir.

At flyta og savna alt virksemið hjá Firum í Hósvík er liður í at skapa eitt gott og trygt umhvørvi, sum skal styrkja og samansjóða gransking, sum er so týðandi fyri burðardyggu menningina av alivinnuni – og í tráð við visjónina hjá Firum, sum er at framleiða “Vitan til varandi aling”.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Svimjihylu­rin er umvældur
Føroya elsti bátur á veg heimaftur 
Firum flytur til Hósvíkar
KÍ misti sigurin í yvirtíðini
KÍ misti tvey stig
Heimskendir tónleikarar vitja Varpið
Mánadagin 19. er síðsta freist at boða f…
62°N og Eventz Føroyar í spennandi sams…
Almenn áheitan á Føroya Løgting: Haldi…
Upptakt: HB-KÍ
Húsarhalds­skúlin við flagtaki
Niclas: KÍ hevur verið sannfør­andi fyrst…
Lokalur leikari gjørt nýggjan sáttmála v…
Nógv stendur uppá spæl í gamla klassikar…
Hegn og garðar skulu vera í seyðahøgum s…
Eurovision í Norð­lýsinum
Grillhugni í góðveðri­num: KBI bjóðar við…
Kappingaravlag­andi fyri NFCS, at túrar t…
Kirkjuliga Heimamissiónin hevur Ársmøti…
Vikuskiftismøt­ini hjá Kirkjuliga Missión…