Lýsing
Lýsing
Lýsing
Enn einaferð leverar løgmansflokkurin ikki tað, hann hevur avtalað við Framsókn, og av tí sama stendur Framsókn eftir sum ein veikur flokkur, sum ikki fær avrikað tað stóra | Mynd: dagur.fo

Framsókn stendur við skegginum í postkassanum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  19.05.2025 - 13:50 Leiðarin Politikkur

At Rúsan í Havn kann hava opið 2 tímar longri leygardagar er næstan einasta avrikið, flokkurin kann krossa av á avrikslistanum, nú landsstýrismaðurin í almannamálum hevur fingið harraboð frá løgmanni um at trekkja uppskotið um at hækka pensiónsaldurin aftur.

 

 

Liberaliseringin av fosturtøkulógini var millum stóru málini hjá Framsókn í fjør. Tá atkvøddu 2 javnaðartingfólk ímóti, eins og 2 í Framsókn. Samgongan var við øðrum orðum orsøkin til, at málið hjá Framsókn fall. Møguleikin fyri at leggja tað fram aftur varð nevndur, men tað er ongantíð hent og fer neyvan at henda í hesum valskeiðnum.

Síðani komu kravboð frá Framsókn um, at pensiónsaldurin skuldi hækka til 70 ár, munandi skjótari enn annars. Hetta var treytin fyri at taka undir við Suðuroyartunlinum. Til 2. viðgerð bar samgongan eisini uppskotið ígjøgnum, men í gjár frættist, at 3 javnaðartingfólk og 1 tjóðveldistingfólk høvdu fingið kaldar føtur, og harvið var ikki meiriluti longur.

Ruth Vang varð eisini sett upp á pláss av løgmanni, tá hon ætlaði at fara í gerðarrættin við streykandi fakfeløgunum í fjør.

Framsókn hevur ført seg fram sum flokkurin, sum ynskti ”Haldføri fyrst og fremst”. Har gongur ongan veg við tí, og allar fíggjarlógirnar hjá Ruth Vang hava víst stórt undirskot. Í farnu viku tók Landskassin lán upp á 1,3 milliard, mest fyri at gjalda gamla skuld við. Føroyar mala nú runt við læntum pengum.

 

Viðurkennir, at ongi tøk eru tikin á haldførisleið

Við Kringvarpið á miðdegi segði Ruth Vang, at tað er ”óforsvarligt at fara undir eina so stóra verkætlan uttan at hava tikið nøkur tøk á haldførisleið”.

Ruth Vang vísti annars til løgmann, tá journalisturin spurdi hana, hvat nú fer at henda víðari. Í 2017 høvdu vit eina líknandi støðu, har politiskt kaos valdaði á Føroyalandi, og løgtingsformaðurin sendi Løgtingið í ófríviljaða summarferiu. Eins og nú var orsøkin til kaosið, at Javnaðarflokkurin ikki hevði undirtøku í egnum rekkjum fyri einum politiskum stórmáli hjá samgonguni. Tá fór løgmaður á Oyggjaleikir, meðan politisku brotasjógvarnir skolaðu í Føroyum. Hesa ferð er meira enn ein mánaður til Oyggjaleikir, so Aksel svarar helst hesaferð. 

Men fyri Javnaðarflokkin er tað gott, at uppskotið um hægri pensiónsaldur varð tikið aftur. Tað er tað, sum samlaða Verkafjøldin hevur biðið Javnaðarflokkin og Tjóðveldi um, og teir hava nú aktað. 

Framsókn lovaði hinvegin sínum veljarum haldføri, og á tí kontuni vantar framvegis, at fyrsta fetið verður tikið.

Tí tað verður dekan ov soltið at fara til val í 2026 við bert longdari upplatingartíð í Rúsuni á avrikslistanum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Havsbrún er ein sera fjøltáttað fyritøka
Líðhamar 25.000 pund á bankanum
Lands­stýris­maðu­rin vitjaði JFK
Teistin royndi rampuna vestarumegin
Fiskaklettur og Búgvin landað í dag
Evropa dystirnir undir luppin
100 fermetrar stórt KÍ flagg
Her sæst KÍ dysturin hóskvøldið
Postkort úr Finlandi
Nýggj pantskipan á G! minkar plastdálkin…
Hóskvøldið spælir NSÍ altjóða dyst í Kla…
KÍ Varpið vísir ikki útidystin móti SJK
Góð úrslit hjá føroysku peningastovnunum
Myndarøð: Víkingur - Lincoln Red Imps
Myndarøð: KÍ á veg til Finlands
Nú skal tað verða - Klaksvíkin skal rudd…
Stakkavík 6000 pund
Søgan um Merle Haggard (6:9)
Poula fer at stýra ítrótti­num á Betri Oy…
KÍ hópurin komin til Vaasa