Lýsing
Lýsing
Lýsing

Línuskip og útróðrarbátar sleppa aftur í ár at royna á Føroyabanka

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  19.05.2025 - 15:00 Tíðindi Vinna

Skipanin er tann sama sum í fjør

 

 

Jóhan Christiansen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur lýst kunngerð um tíðaravmarkaða serskipan fyri veiðu eftir botnfiski á Føroyabanka í 2025.

Teir 265 dagarnir verða býttir millum bólkarnar eftir sama leisti sum í fjør:

  • Bólkur 3, línuskip, fær 40 dagar.
  • Bólkur 4, útróðrarbátar 15-110 tons, fær 135 dagar.
  • Bólkur 5, útróðrarbátar undir 15 tons, fær 90 dagar.

 

Í bólki 5 eru tað - eins og í fjør - teir vinnuliga virknastu bátarnir, ið sleppa á Bankan. Treyt fyri at fáa loyvi er, at báturin hevur avreitt fyri 500.000 krónur ella meira í minsta lagi eitt av árunum 2022-2024.

Bátar í bólki 5, ið ætla sær á Føroyabanka í 2025, skulu, innan 22. mai 2025, kl. 12.00, søkja Vørn um fiskiloyvi.

Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið er farið undir at endurskoða skipanina á Føroyabanka við tí í hyggju, at frá komandi fiskiári verður skipanin í eini meiri fastari legu.

Kunngerðin um veiðu eftir botnfiski á Føroyabanka í 2025 kann lesast her.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hallur væntar at spæla í Finnlandi
Air France-KLM fer eftir meiriluta­num í…
Team Klaksvík hevur sett nýggjan høvuðsv…
Myndarøð: KÍ vann í Sarpugerði í dag
Daniel Johansen skeyt KÍ enn nærri FM 20…
NATO tinglimir á vitjan í Føroyum
Talgildar viðtalur og nýggj átøk á Suður…
U21 hetjurnar í KÍ blusuna
Kúlubøka á Kaldbaksfirði
Annað bind av "Færøsk Litteraturs Histor…
Tøkk – Ella Mørkøre
Erik Biskopstø vitjar Norðlýsið
Útróðurin í dag
Kular Røtur hava 25 ára show á Vágsbø
Unglingar lupu á sjógv
Fráferðartiltak til Oyggja­leikir 2025
Upptakt: Víkingur-KÍ
Heimsstjørna prísar flyglinum í Varpinum
U21 hetjurnar vitjaði Duritu og Fríðin
Fyrrver­andi blaðstjóri vitjaði Norðlýsið