Lýsing
Lýsing
Lýsing

Landsfundurin Miðfloksins verður komandi leygardag í Dansifrøði í Havn

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  19.05.2025 - 19:49 Politikkur Tíðindaskriv

Árligi landsfundur Miðfloksins verður leygardagin 24. Mai í Dansifrøði í Havn. Gestarøðarin í ár er Eran Masas. Hann var eitt av fyrstu eygnavitnunum á Nova festivalinum, har 1.200 ósek fólk vórðu dripin og 160 burturflutt

 




Eran ferðast kring heimin og greiðir frá hendingum, honum var fyri. Tað serstaka við hansara uppliving er, at hann dokumenteraði tað, hann sá. Men hann misti telefonina, har allar upptøkurnar vóru á. Men tað hevði eydnast einum ókendum at finna/ taka telefonina og hesin legði alt tilfarið út á ymiskar miðlar, uttan at Eran visti av tí. Eran kemur at greiða frá upplivingum sínum á festivaløkinum og frá støðuni við jødahatri, sum spreiðir seg kring heimin. 


Umframt at Eran luttekur á fundinum kl. 14.00, verður eisini almennur fyrilestur við Eran, har øll eru vælkomin. Fyrilesturin verður sunnudagin kl. 15.00 í Dansifrøði. Í báðum førum har Eran tosar, verður tulkað til føroyskt. Tey, ið ynskja tað, fáa oyratól, og á tí hoyrist tulkingin.

Skráin fyri Landsfundin: 

9.00   Morgunmatur 
9.30   Andakt 
10.00 Viðtøkugrundað mál 
10.45 Formansfrágreiðing, Jenis av Rana 
11.05 Politiskt kjak 
12.30 Døgurði 
14.00 Gestarøðarin, Eran Masas 
16.00 Liðugt 


Allir Miðfloksvinir eru vælkomnir.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…