Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

John, Tommy og Abbas

SKRIVAÐ: Jenis av Rana  |  21.05.2025 - 12:45 Politikkur Tíðindaskriv

Talan er um tríggjar kendar menn, sum eg nevni í yvirskiftini. Tveir teirra vóru í sjónvarpi Kringvarpsins í gjárkvøldið, har verturin enn einaferð royndi seg í einum frontalum álopi á Ísrael.

 

Triði maðurin, Abbas, er leiðari araba. Hann roynir sum fragast at stjórna arabum, sum búleikast á Vestara árarbakka, meðan leiðararnir av hamas liva í marglæti í einamest Quatar.

Evnið í innslagnum var átak Ísraels í Gaza, har ísraelar á øðrum ári royna at finna teir gíslar, sum vónandi enn liva, og flyta teir, og líkini av øðrum, út í frælsi- heimaftur til teirra kæru.

Gíslarnir vórðu ikki nevndir við einum orði!

Kringvarpsinnslagið vardi í beint undir 7 minuttir, andlitsbráð teirra beggja vóru øðilig til tíðir, teir øtaðust um skilið, men ikki einaferð vóru gíslarnir tiknir upp á orðið, ikki einaferð!

Ímynda tær eina sending um farleiðina til suðriar uttan at tosa um ætlaða tunnilin, eina sending um kríggið móti Ukraina uttan at nevna Zelinsky ella Putin-ella eina viðgerð av løgmansrøðuni uttan at nevna løgmann?

Teir nærmast grótu, og tað er væl skiljandi og vildi klætt teimum, tá teir tosaðu um tey, ið vóru deyð í átøkum seinastu dagarnar. Men teir hvørki nevndu ella harmaðust gíslarnar, heldur ikki fall eitt orð um, hvussu mong av teimum deyðu mundu vera kaldir og kyniskir hamas brotsmenn við nógvum mannalívum á samvitskuni.

Nei ikki einaferð harmaðust, syrgdu um ella so frætt sum nevndu journalisturin ella fyrrverandi sendimaðurin og ráðgevin teir neyðars gíslarnar, sum á 592. degi sita avbyrgdir, mishandlaðir, svangir, bangnir, vanvirdir o.s.fr.- og leingjast heim til síni kæru.

Men Abbas ynskti gíslarnar leysgivnar!

Hin 23. april 2025 helt triði maðurin, Mahmoud Abbas, røðu fyri aðalstjórn sínari í Ramallah. Í røðuni minti hann á, at hvønn dag doyggja fólk í Gaza, og hann beyð hvassliga Hamas um at lata allar gíslar leysar (release all hostages held in Gaza), soleiðis at Ísrael ikki hevði ta umberingina fyri at vera í Gaza. Og við leiðararnar í Hamas segði hann stutt og greitt:

“tit hundasynir (sons of dogs), latið leys, tað tit hava, og fá okkum út úr hesum”.

Eg mundi freistast til at siga, at munur er á monnum.

 

Jenis av Rana

Formaður Miðfloksins

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ fingið styrk úr brasilia
Duopol í føroyskari telving
Forboð hjá ungum at brúka sosialar miðla…
Rasmus Seebach á Summar Festivalin
Fingrar­nar vekk frá SEV!
KÍ hevur fingið tilgongd?
Javnstøða á báðum vallistu­num hjá Tjóðve…
Tann einligi forsyrgja­rin skal hjálpast,…
Føroyar Framá við Fólka­flokkinum
Viðgerðartrygd
Okkara skylda at fáa røktina at røkka
Skrivaði Putin tíðindini í útvarpi­num?
Greining: Fólkið ynskir gávuregnið
Vilt tú, at Føroyar skulu hava ein góðan…
Sjálvstýri: Mótrokningin av pensionistum…
Verjið okkara ungu móti rúsdrekka- og rú…
”Eg ætlaði mær við, men eg klári ikki”
Pensjónistar: Avtaka mótrokning­ina hjá a…
Hjördis Haack & Hans Pauli Olsen í Gamla…
Velja púra ymiskt til løgtings- og fólka…
Lýsing