Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Er partur av Stýrisskipanarlógini farin úr gildi ?

SKRIVAÐ: Tordur J. Niclasen  |  21.05.2025 - 15:28 Lesarabrøv Politikkur

Fyri tíð síðan varð alment kent, at Sólvit Nolsø ikki stillar upp aftur til næsta val. Orsøkin er fosturtøkupolitikkurin hjá Framsókn.

 

 

Á seinasta ársfundi hjá Framsókn varð samtykt, at fosturtøkupolitikkurin er ein politikkur hjá flokkinum, sum valevni skulu taka undir við.

Ein avgerð sum beinleiðis er í stríð við andan í Stýrisskipanarlógini, har tað í § 23, stendur at ”Løgtingsmenn eru bert bundnir av sannføring síni og ikki av forskriftum frá veljarum sínum.”

Harmiligt og átaluvert, at ein skilagóður politikkara, sum handlar í samljóði við Stýrisskipanarlógina, soleiðis verður kroystur av tí politiska pallinum.

Í vikuni hendi so tað, at Liljan Weihe ikki slapp við á samgongufund. Tað sigst, at orsøkin varð, at Liljan Weihe ikki var samd við Tjóðveldi og samgonguni um Suðuroyartunnilin.

Harmiligt og átaluvert, at Liljan Weihe sum torir at fylgja síni sannføring og ikki letur seg trýsta, soleiðis verður fyri politiskum trýsti og ágangi.

Liljan, eins og Sólvit, handlar í samljóði við Stýrisskipanarlógina – og tað hava tey sín fulla rætt til. At nakar, einstaklingur,flokkur ella onnur, royna at trýsta tey til nakað annað, er sera ódámligt , ikki sørt ræðandi og feril av “diktatoriskum” hugburði.

Tað tænir teim báðum til rós, at tey tora og vilja gera nýtslu av teim rættindum, ið eru at finna í Stýrisskipanarlógini - at fylgja síni sannføring.

Mær vitandi er § 23 í Stýrisskipanarlógini ikki farin úr gildi – ella er hon ?

 

Tordur J. Niclasen

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ fingið styrk úr brasilia
Duopol í føroyskari telving
Forboð hjá ungum at brúka sosialar miðla…
Rasmus Seebach á Summar Festivalin
Fingrar­nar vekk frá SEV!
KÍ hevur fingið tilgongd?
Javnstøða á báðum vallistu­num hjá Tjóðve…
Tann einligi forsyrgja­rin skal hjálpast,…
Føroyar Framá við Fólka­flokkinum
Viðgerðartrygd
Okkara skylda at fáa røktina at røkka
Skrivaði Putin tíðindini í útvarpi­num?
Greining: Fólkið ynskir gávuregnið
Vilt tú, at Føroyar skulu hava ein góðan…
Sjálvstýri: Mótrokningin av pensionistum…
Verjið okkara ungu móti rúsdrekka- og rú…
”Eg ætlaði mær við, men eg klári ikki”
Pensjónistar: Avtaka mótrokning­ina hjá a…
Hjördis Haack & Hans Pauli Olsen í Gamla…
Velja púra ymiskt til løgtings- og fólka…
Lýsing