Lýsing
Lýsing
Lýsing

Dagføra gjøld fyri tænastur hjá Klaksvíkar havn

SKRIVAÐ: klaksvik.fo  |  23.05.2025 - 09:16 Tíðindi

Nógv virksemi er á havnaløgunum í Klaksvík. Bæði føroysk og útlendsk skip koma á Klaksvíkar havn, og nógvar tænastur verða veittar dagliga mótvegis kostnaði.

 

Nú hevur Klaksvíkar býráð samtykt at dagføra gjaldsskránna hjá Klaksvíkar havn, soleiðis, at gjald eisini kann verða tikið fyri bingjur og annað tilfar, sum stendur á økinum hjá Klaksvíkar havn uttan avtalu.

Hetta merkir, at frá 1. juni 2025, verður gjald kravt fyri bingjur, akfør o.t., sum uttan sáttmála ella aðra avtalu við Klaksvíkar havn standa á økinum hjá Klaksvíkar havn.

 

Leigugjøld fyri lendi á Havnaøkinum

Fyri bingjur, akfør o.t., sum uttan sáttmála ella aðra avtalu við Klaksvíkar havn standa á økinum hjá havnini, verður leigugjald á 100 kr. tikið fyri hvørt um døgnið.

Fyri tilfar o.a., sum uttan sáttmála ella aðra avtalu við Klaksvíkar havn stendur á økinum hjá havnini, verður leigugjald á 25 kr. pr. fermetur tikið um døgnið, tá talan er um grúslendi og 35 kr., tá ið talan er um asfalterað øki.

Heitt verður á øll, sum eiga tilfar, bingjur ella akfør á Klaksvíkar havn, um at fáa tað á egið økið áðrenn 1. juni.

Aftaná 1. juni verður farið undir at skráseta óviðkomndi tilfar, og rokning verður send eigaranum. 

Møguligir spurningar kunnu sendast til havnaskrivstovuni umvegis teldupost port@klaksvik.fo.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hallur væntar at spæla í Finnlandi
Air France-KLM fer eftir meiriluta­num í…
Team Klaksvík hevur sett nýggjan høvuðsv…
Myndarøð: KÍ vann í Sarpugerði í dag
Daniel Johansen skeyt KÍ enn nærri FM 20…
NATO tinglimir á vitjan í Føroyum
Talgildar viðtalur og nýggj átøk á Suður…
U21 hetjurnar í KÍ blusuna
Kúlubøka á Kaldbaksfirði
Annað bind av "Færøsk Litteraturs Histor…
Tøkk – Ella Mørkøre
Erik Biskopstø vitjar Norðlýsið
Útróðurin í dag
Kular Røtur hava 25 ára show á Vágsbø
Unglingar lupu á sjógv
Fráferðartiltak til Oyggja­leikir 2025
Upptakt: Víkingur-KÍ
Heimsstjørna prísar flyglinum í Varpinum
U21 hetjurnar vitjaði Duritu og Fríðin
Fyrrver­andi blaðstjóri vitjaði Norðlýsið