Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Undirritaði

Veðrið um vikuskiftið

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  23.05.2025 - 19:45 Tíðindi Veðrið

So er tað slutt fyri hesuferð. Góðveðrið takkar fyribils fyri seg. Klárt og gott veður allan dag norðanfyri, men tað fór at draga á luftina út á seinnapartin við høgtliggjandi skýggjum, og so var ikki so klárt og gott meir.

Hetta er tað fyrsta, vit síggja til broytingina í veðrinum seinastu nógvu dagarnar.

Vit hava havt hátrýstveður í longri tíð – veit ikki júst hvussu leingi, men í okkara mátistokki er talan um langa tíð. Onkur sigur, at hetta er met. Eg veit ikki, men tað er ið hvussu so er nær við.

Tá ið hátrýstveður er, er ein stór kulla av luft oman fyri okkum, sum trýstir seg niðureftir. Luftin er tí klár, og sólin skínir oman og niðan. Hitin kann skifta eitt sindur, alt eftir hvar miðjan á hátrýstinum er.

Nú broytist mynstrið í veðrinum. Lágtrýst fara at nærkast, og tá fer luftin uppeftir og kølnar og gevur skýggj og regn.

Fór út í túnið í áðni og tók myndina omanfyri. Sólin sæst enn, men eitt lag av høgtliggjandi skýggjum (cirrostratus) órógva, og so hava nøkur skýggj í mið- og niðastuetasjuni sníkt seg á myndina. Í stuttum er tað tí, at hátrýstið við at víkja, og sleppa lágtrýstini framat – sum sagt er omanfyri.   

Fari ikki at troytta tykkum við fleiri veðurfrøðiligum smálutum, men fari heldur til veðrið hetta vikuskiftið dag fyri dag:

Í kvøld frískur vindur upp í strúk, 8 til 13 m/s av landsynningi, sum frá líður hálvskýggjað, í nátt samdrigið við regni ella við ælaveðri. Hitin 8 til 11 stig.

Í morgin er eitt frískt lot til frískan vind av landsynningi, 5 til 10 m/s, í erva samdrigið og ælaveður. Ú á seinnapartin lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s. Sunnunáttina okkurt ælið. Hitin 7 til 10 stig.

Sunnudagin er lot til frískt lot av ymsum ættum, 3 til 8 m/s, omanfyri er samdrigið og tað regnar. Út á seinnapartin í fer ættin í vestan og vindurin veksur upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Hitin fer at liggja um 8 til 10 stig.

Gott vikuskifti.

Lýsing
Seinastu tíðindini
BUMR eigur næsta leikin - viðmerk­ingar f…
Veðrið um vikuskiftið
Kvøldartúrur niðan á Myrkjanoyra
Eyka pláss til Marius Ziska-konsert­ina í…
Hanus: Førdi fiski­vinnu­politikku­rin skal…
Dagføra gjøld fyri tænastur hjá Klaksvík…
Virðismikil fuglatøl útgivin í grein
Kunningarkvøld um tvørkynd
Frálík SPIRIO-konsert í Varpinum í kvøld
Gongur skjótt at bróta niður
Nógvur sangur nú leygar­dagin
STEINWAY-KONSERT umvegis SPIRIO í KLAKSV…
”Teir kunnu bara keypa seg úr samtaki­num…
Tíðin er búgvin: Røtt stig fyri eitt ste…
SOS brúðarkjóli!
Venjaraeffektir­nar eru sjónligar
Dávur: Norð­oyastevnuskráin er rúgvusmiki…
Nýtt og gott gamalt á Norð­oyastevnu
Er partur av Stýrisskipanar­lóg­ini farin…
Gongutúrur niðan á Klakk á Borðoynni