Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ársroknskapurin hjá Nes kommunu fyri 2024 samtyktur

SKRIVAÐ: nes.fo  |  28.05.2025 - 11:27 Tíðindi

Á almennum fundi tann 26. mai 2024 varð ársroknskapurin hjá Nes kommunu fyri 2024 samtyktur.

 

 

Staðfest varð, at samlaðu inntøkurnar fyri 2024 vóru væl hægri enn roknað varð við í fíggjarætlanini. Skattainntøkan hjá kommununi í 2024, eftir frádrátt av rentustuðli, var 86,1 mió. kr., sum er 5,2 mió. kr. hægri enn í 2023. Í fíggjarætlanini fyri 2024 varð roknað við eini nettoskattainntøku á 80,3 mió. kr. Sostatt blivu samlaðu inntøkurnar í 2024 5,8 mió. kr. betri enn mett.

Samlaðu rakstrarútreiðslurnar í 2024 vóru 73,0 mió. kr., ið er 6,3 mió. kr. meira enn í 2023. Í játtanini fyri 2024 varð roknað við einari samlaðari rakstrarútreiðslu á 73,0 mió. kr. Sostatt blivu samlaðu útreiðslurnar í 2024 áleið sum mett í fíggjarætlanini.

Rakstraravlopið áðrenn íløgur var 12,0 mió. kr., mótvegis 13,5 mió. kr. í 2023. Í fíggjarætlanini var roknað við einum avlopi áðrenn íløgur uppá 6,1 mió. kr. Rakstraravlopið áðrenn íløgur varð sostatt 5,9 mió. kr. betri enn mett í fíggjarætlanini.

Samlaðu íløgurnar í 2024 vóru 8,7 mió. kr. netto. Í fíggjarætlanini og eykajáttanum varð roknað við nettoíløgum á 24,1 mió. kr. Íløgurnar í 2024 vóru sostatt 18,5 mió. kr. lægri enn játtað. Størsti parturin av íløgunum, ið ikki vóru nýttar í 2024, verða fluttar til 2025.

Samanlagt vísti roknskapurin avlop á 3,3 mió. kr. í árinum, samanborið við eitt undirskot á 8,1 mió. kr. í 2023.

Nettoskuldin hjá Nes kommunu við ársenda 2024 var 32,9 mió. kr. Kommunur hava ikki loyvi at hava størri nettoskuld enn eina álíkning, sum er árliga skattainntøkan (roknað við 23 % í kommunuskattaprosenti), eftirlønarskatti og ávísum flytingum frá landinum. Skuldarmarkið hjá Nes kommunu var við ársenda 2024 93,1 mió. kr. Nettoskuldin hjá Nes kommunu við ársenda 2024 var sostatt 35,3 % av eini skattaálíkning.

Samandráttur verður latin øllum húsarhaldum í kommununi í næstum.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…