Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Oliver Joensen

KÍ spælir toppdyst á norðoyastevnu

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  29.05.2025 - 10:14 Ítrottur Tíðindi

NSÍ vitjar í Klaksvík á norðoyastevnu í kanska mest avgerandi dystinum í kappingini higartil.

Leygarkvøldið kl. 19.00, beint eftir kappróðurin, verður toppdystur við Djúpumýrar millum KÍ-NSÍ. Hetta eru tey bæði klárt bestu liðini í ár, og tá blaðið fór til prentingar, var KÍ eitt stig frammanfyri. Undir øllum umstøðum verður tað dystur millum nummar eitt og tvey.

 


KÍ vann í Runavík

Liðini hava spælt ein innanhýsis dyst í hesum kappingarárinum. Frammanfyri sera stórari áskoðarafjøld vann KÍ tepran 2-1 sigur í Runavík, har sigursmálið kom móti endanum av dystinum. Veðrið var ikki tað besta, og tað ávirkaði helst dystin. Men liðini løgdu sera nógv fyri, og tí bleiv undirhaldið gott. Smáir marginalar gjørdu, at KÍ vann dystin, tí útfrá málmøguleikum kundi tað tað sama verið NSÍ, sum vann dystin. Men KÍ var meira avgjørt, tá møguleikarnir komu tann dagin.

 


Avgerandi dystur

Sum kappingin hevur verið í ár, so seta topp 2 liðini fá stig til og heldur tann gongdin fram, so verður talan um ein avgerandi dyst, tí eftir hetta skulu vit til 27. umfar fyri at finna síðsta innanhýsis dystin millum hesi bæði liðini. Tá kann alt verða avgjørt, men møguleikin fyri einari FM-finalu á síðsta leikdegi eins og í 2019, er avgjørt til staðar eisini. KÍ vann fyrsta innanhýsis dystin millum liðini, men KÍ var eisini fyrst at seta stig til móti øðrum liðum, tá KÍ spældi javnt móti HB. Vinnarin leygarkvøldið tekur eitt fet móti FM 2025, hóast nógv umfør eru eftir.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hallur væntar at spæla í Finnlandi
Air France-KLM fer eftir meiriluta­num í…
Team Klaksvík hevur sett nýggjan høvuðsv…
Myndarøð: KÍ vann í Sarpugerði í dag
Daniel Johansen skeyt KÍ enn nærri FM 20…
NATO tinglimir á vitjan í Føroyum
Talgildar viðtalur og nýggj átøk á Suður…
U21 hetjurnar í KÍ blusuna
Kúlubøka á Kaldbaksfirði
Annað bind av "Færøsk Litteraturs Histor…
Tøkk – Ella Mørkøre
Erik Biskopstø vitjar Norðlýsið
Útróðurin í dag
Kular Røtur hava 25 ára show á Vágsbø
Unglingar lupu á sjógv
Fráferðartiltak til Oyggja­leikir 2025
Upptakt: Víkingur-KÍ
Heimsstjørna prísar flyglinum í Varpinum
U21 hetjurnar vitjaði Duritu og Fríðin
Fyrrver­andi blaðstjóri vitjaði Norðlýsið