Lýsing
Lýsing
Lýsing
Summarið í Føroyum byrjar á Norðoyastevnu. | Mynd: WhatsOn Events

So føgur í Føroyum er summarsins tíð

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  29.05.2025 - 20:56 Leiðarin Mentan

(leiðari úr blaðnum) - og føroyska summarið byrjar á Norðoyastevnu! ”Er skráin hin sama; hon er líka góð, um hon verður vend eina ferð”, verður sungið í summarstevnu-valsinum, og rætt er tað. Norðoyastevnuskráin í ár hevur nógv av teimum afturvendandi tiltøkunum, sum vit ikki vilja vera fyriuttan, men býður samstundis uppá onkur nýggj tiltøk.

 

Skulu vit tríva eitt sindur í skránna, so kann millum annað nevnast, at Norðoyastevnuteitið 2025 verður, eins og í fjør, hildið á loftinum á fyrrverandi Spinnarínum. Nógvar sýningar eru, og á sjálvari stevnuni vera sýningar kl. 19 og 21 mikukvøld, hóskvøld og fríggjakvøld, eins og leygarkvøldið kl. 19. Fyriskipararnir hava longu nú boðað frá, at har verður ongin eykasýning, og tí ræður um at tryggja sær atgongumerki á atgongumerki.fo í góðari tíð.

Roykstovan spílar seg eisini út við ringling, fimmara, pubquiz og live-tónleiki frá í minsta lagi tveimum artistum. Í Vágstúni spæla bæði Klaksvíkar Hornorkestur og Fuglafjarðar Harmonikufelag leygarkvøldið, eins og Klaksvíkar Manskór syngur áðrenn stóru miðnáttarløtuna, tá ið landsstýrismaðurin í almannamálum, Eirikur í Jákupsstovu, ber fram røðu. Skótar koma í Vágstún, og eftir røðuna verður, sum siður er, stórt fýrverk.

Av teimum meira forkunnugu tiltøkunum, skilt á tann hátt, at vit kanska ikki eru so von við tey, kann Hermótið takast fram. Talan er um figurborðspøl, har WarHammer kann roynast. Tiltakið er ókeypis, og allir gestir kunnu taka ein figur, sum teir hava málað, við sær heim. Hermótið gongur fyri seg á Heygavegnum 42 kl. 15-19 leygardagin á stevnuni. Somuleiðis verður móttøka hjá G. Jørgensen, nýggjari fyritøku, sum letur upp á Stangavegi 14 í Klaksvík, leygardagin kl. 13.  

Tað er eisini leygardagin, at tvey av størstu hæddarpunktunum á stevnuni vera. Kappróðurin er sjálvasta hæddarpunktið á øllum summarstevnum, og tað verður stak spennandi at síggja, um Klaksvíkingur heldur stílin og ger bart aftur í ár, ella um onkur stendur honum kurl. Og longu kl. 19 sama kvøld verður oddabrakið millum stórfavorittarnar til at vinna føroyameistaraheitið í fótbólti í 2025, NSÍ og KÍ. 1.300 áskoðarar møttu upp við Løkin, og tað talið mugu vit royna at toppa við Djúpumýrar.

Annars bendir alt á, at vit fáa at uppliva góða gamla stevnu-andan við eydnuhjóli, andaligum tiltøkum, listaframsýningum, kondibingo, ítrótti fyri allar pengarnar, skrúðgonguni við hornorkestrinum, skótum og kommunalpolitikarum í Norðoyggjum, eins og felagssangi.

Tað er ein býur í rívandi menning, sum í hesum døgum heldur stevnu. Nýliga hava vit fingið eitt stásiligt mentanarhús, Varpið, sum væl og virðiliga hevur sýnt sítt virði, og tá ið vit næstu ferð halda Norðoyastevnu, hava bæði Húsarhaldsskúli Føroya og KG latið dyrnar upp. Í ár hevur UEFA hildið endaspæl hjá U17-kvinnum, millum annað á Djúpumýru, og um 2 ár eru Føroyar vertir fyri Oyggjaleikum, og eisini her fer mangt og hvat at verða hildið í Klaksvík. Hetta hevur kostað nógvan pening, treyðugt so, men fer heilt víst at løna seg aftur í trivnaði.

Við hesum reglum vil Norðlýsið ynskja øllum lesarum, lýsarum, norðoyingum og stevnugestum eina fantastiska Norðoyastevnu!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ein framúr føðingardags­konsert
Gallarí Á Stongunum lat upp í dag
Team Klaksvík 25 - Legends
Samrøða við Hanus Kjølbro
Nøglin
Samrøða við Aksel Johannesen
Samrøða við Beinir Johannessen
Trílemba í Mikladali
Ein náttúrutúrur um Eiðisskarð
Norðoya fornminna­savn í nýggjum hami
Norð­oyastevnu­veðrið
Í góðum teiti á Norð­oyastevnu
Norð­oyastevnu­konsertin verður aftaná KÍ…
Beinir og Hanus vitja Norðlýsið
Mjølnir leikarar á A-lands­liðnum
Norð­oyastevnu­framsýningin er við
Team Klaksvík móti Team Klaksvík í kvøld
Løgmaður vitjar Norðlýsið
Stórdansur í KÍ høllini á Norð­oyastevnu
Jóanes Nielsen listaframsýning á Norðyas…