Lýsing
Lýsing
Lýsing

Kodio yvirtekur virksemi hjá Brúsá

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  31.05.2025 - 14:15 Tíðindi Vinna

Frá 1. juni 2025 yvirtekur føroyska KT-fyritøkan Kodio alt virksemi hjá talgildu samskiftisfyritøkuni Brúsá Sp/f. Fyritøkurnar hava gjørt avtalu sínámillum, sum inniber, at Kodio yvirtekur kundarnar og starvsfólkið hjá Brúsá.

 

 

Kodio hevur seinastu árini arbeitt miðvíst við at styrkja sína støðu bæði á føroyska og útlendska marknaðinum. Føroyska fyritøkan hevur meira enn 10 ára royndir innan talgildar loysnir, so sum heimasíður, intranet, grafisk sniðgávu v.m. og hevur seinastu árini gjørt seg galdandi á danska og grønlendska marknaðinum.

 

- Tað gleðir okkum at fáa serfrøðina í fyritøkuni Brúsá inn í okkara amboðskassa, sigur Jaspur Langgaard, stjóri í Kodio. Hetta ger, at vit styrkja enn meira um okkara støðu á talgilda marknaðinum.

 

Fyritøkan Brúsá Sp/f hevur arbeitt innan talgilda marknaðarførslu í fleiri ár og hevur bygt upp eitt sterkt kundagrundarlag, dugnalig starvsfólk og støðu á føroyska marknaðinum.

 

- Avgerðin at selja virksemi í felagnum er nógv merkt av, at eg seinasta hálvaannað árið havi verið nógv upptikin av øðrum arbeiði, sigur Jákup Brúsá, eigari og nevndarformaður í Brúsá. Tí kendist tað sum ein røtt loysn at selja virksemið til Kodio, so bæði kundar og starvsfólk framhaldandi eru í tryggum og dugnaligum hondum.

 

Avtalan inniber ikki keyp av fyritøkuni ella navninum Brúsá, men av verandi virksemi í felagnum. Fyritøkurnar báðar arbeiða nú við eini yvirgongd fyri at tryggja eina smidliga yvirtøku bæði fyri kundar og starvsfólk.

 

Við hesum styrkir Kodio sína støðu sum ein av fremstu veitarunum innan talgildar samskiftisloysnir. Við yvir 1000 kundum og 40.000 intranet-brúkarum hevur Kodio bygt upp eina sterka støðu á norðurlendska marknaðinum, og arbeiðir við kundum frá smáum fyritøkum til almennar stovnar.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…