Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tóra Við Keldu helt norðoyastevnurøðan

SKRIVAÐ: Dávur Winther  |  01.06.2025 - 17:40 Eldri tíðindi Mentan Myndarøð Tíðindi

Tað var ivasamt veður allan fyrrapartin. Tó at roknað varð við frægari veðri út á seinnapartin, so var avrátt at fara inn í Varpið við øllum tiltakinum - Skrúðgongu og norðoyastevnurøðu í dag kl. 14.

Klaksvíkar Hornorkestur spældi ein marsj inni í høllini, síðani gingu bý- og bygdaráðslimir og ítróttarfólk inn. Á hvør sínum svala stóðu skótarnir, meðan flaggberarnir stóðu uppi við talarastólin.

Hetta riggaði væl, tá ið umstøðurnar vóru sum tær vóru, og ikki bar til at vera úti.

Her niðanfyri verður røðan hjá Tóru við Keldu endurgivin:

Góðu norðoyingar, føroyingar og norðoyastevnugestir!

Ein av góðu døgunum fyrst í 1980-unum var eg í Garðabúðini. Á veg heim hevði eg krukkuna við livradeiggi í hondini, og eg hevði skund. Alt í einum misti eg krukkuna og ógvisliga ljóðið av krukkuni, sum knústist, líkasum skrykti meg út úr gerandis vælveruni.

Eg gjørdist so kløkk, at eg – við ljótu myndini av knústum glasi klárt prentað í barnaeygunum – heilt einfalt spelaði til hús. Tí eg visti ikki míni livandi ráð og vildi bara vekk.

Komin heim fekk eg vita, at tað bilti einki, men at knústa glasið mátti takast upp. Eg fór síðani ivasom út aftur við feiiskuffu og posa og hugsaði, hvussu eg skuldi fáa alt upp aftur.

Tá ið eg kom út, var einki knúst glas at síggja ella at taka upp. Eg undraðist og sá ongan.

Hugsi, at soleiðis sær tað út, tá ið ábyrgdarfulla menniskjað kemur til hjálpar. Hann, ið hevði sæð ólukkuna og ørkymlaða barnið, var Fridtjof Joensen (1920-1988). Hann búði í grannalagnum, og tá ið eg var fokin heim, fór hann til verka at taka tað knústa upp.

Jarðbundni og stillføri listamaðurin, sum altíð heilsaði blídliga – eisini hendan dagin fyri hendingina – gjørdist fyri meg ímyndin av menniskjanum, vit í felagsskapinum ynskja at møta. Tann, ið umhugsið tekur ábyrgd og vísir samkenslu.  

***

Í dag eru dagarnir fyrst í 80-unum farnir, og vit skriva 2025. Tað er norðoyastevna, landsins fyrsta stevna, og summarið er komið – sum tað føroyska summarið nú einaferð er.

Fløggini, skúðgongan, skótarnir saman við ítróttafólki og nógva fólkið her í dag boðar nevniliga frá, at felagsskapurin blómar. Og eingin norðoyastevna uttan Klaksvíkar hornorkestur. Hjartaliga tillukku við teimum 75 árunum og takk fyri tykkara vakra íkast til so mangt, sum hendir í býnum og eina serstaka og vælljóðandi føðingardagskonsert.

Her millum høgu fjøll okkara liggur týdningarmikla søgan, heitu, hjálpandi og mennandi hendurnar, góða vinalagið, trúarlívið, umframt ríka mentanarlívið, virkna vinnulívið og handilslívið, mennandi skúlaskapurin, hugurin til íverksetan og framburð, sum skapar nýggjar møguleikar í einum nærumhvørvi, har vit eru menniskju saman og vísa áhuga, samhuga og samkenslu – eisini um tað, sum skakar okkum og um tað knústa.   

Tú og eg – vit eru felagsskapurin. Hetta hevði Fridtjof skilt.

***

Vónin fyri menniskjað í eintali liggur í veruleikanum, at ikki menniskjað, men menniskju búleikast á jørðini og skapa eina sínámillum verð. Hetta er ein menniskjalig felagsverð – worldliness – sum fer at bjarga menniskjanum frá fellum í menniskjaligu natúruni. (On Revolution, Arendt, 1990a: 175).

Hetta vil heimspekingurin Hannah Arendt (1906-1975) vera við. Við hesum í huga gjørdi hon mun á góða borgaranum og ábyrgdarfulla menniskjanum. Har góði borgarin var góður til at síggja til seg og sítt og einfalt at akta. Og har ábyrgdarfulla menniskjað sá út um seg sjálvt, tók ábyrgd og virknan lut felagslívinum. Tann, ið umhugsið – ella tankafult – tekur ábyrgd.

Um vit spurdu Arendt, hví hon ivaðist í góðskuni á góða borgaranum, so hevði hon óivað róst honum, og tó víst á vandan í, at hann gloymir felagsskapin og ikki eins lætt tekur ábyrgd í ella fyri honum.

Heldur enn at hugsa um, hvussu menniskjað er, skulu vit gerst góð við, hvussu menniskju saman kunnu skapa, byggja og aftur broyta.

Gerast vit í dag kanska fleiri, sum eru góðir borgarar, sum hugsa um meg og mítt, heldur enn ábyrgdarfull menniskju, sum taka ábyrgd út um okkum sjálvi.

Vit lata bara spurningin spyrja.

***

Sannkenningin er, at karmarnir um góða felagslívið í býnum og í landi okkara sum heild í løtuni bara gerast betri, tí fleiri hava dreymarnar, sum gerast veruleiki mongum til gagns bæði so og so.

Miðbýurin, sum nógv varð tosað um – longu, tá ið krukkan við livradeiggi knústist – í 80-unum, tekur í dag skap.

Við nútímans Varpi, prýðiligum Nólsoyar Páls húsi, skjótt einum stásiligum KG gistingarhúsi, enn fleiri møguleikum at búseta seg og íbúðarmøguleikum, spennandi Húsarhaldsskúla, sum í næstum fær nýtt navn, og øllum teimum kringliggjandi bygningunum við virksemi sigur okkum, at her býr eitt framsøkið fólk.

Og tað er her, at felagsskapurin skal varðveitast og verða merktur av nærveru. Tað er jú í felagsskapinum, at framhaldandi dirvið at ganga nýggjar leiðir verður skapt.

***

Í veruleikanum kunnu vit bara undrast yvir, hvussu nógv býurin og lívið her er broytt síðani fyrstu norðoyastevnuna í 1936. Tá vikuskifti til stevnuna skuldi veljast, var mest eyðsýnda valið fyrst í juni, tá ið skip og fiskimenn vóru heima.

Tað var jú felagsskapurin, sum var – og enn er – í miðdepli. Skip, útróður, fiskiskapur, sjólív og avleidda vinnan, sum framvegis er grundarlagið og hevur avgerandi týdning fyri lív og trivnað fyri okkum her og føroyingar allar.

Við tíðini gjørdist norðoyastevna hæddarpunktið í mentanarlívinum í Norðoyggjum – og er í dag eitt av fleiri hæddarpunktum. Við midnáttarsamkomu, fýrverki og sangi. Tivoli til børnini og ítrótti til fjøldina. Samkomur og kirkjur við sínum eyðkennum og livandi tónleiki. Framsýningar kring býin og kabarett, sum sigur tað, sum kanska eingin annar torir at siga. So kemur Summarfestivalurin, Sjómannadagurin, Jólaskipið og Torradagar fyri at nevna nakað úr rúgvuni.

Ja, her er sanniliga gott at búgva saman við tykkum, og latið okkum altíð minnast, hvussu nógv vit í veruleikanum hava brúk hvør fyri øðrum. Tí uttan felagsskapin er einki.

Vit hava óivað allar møguligar orsøkir til at vera ósamd, kanska onkuntíð ill, og tað er einki annað enn natúrligt. Latið okkum tó ongantíð gloyma felagsskapin, har vit mugu góðtaka, at vit fáa og missa – hvørt um annað.

***

Tú og eg – vit skulu fylgjast gjøgnum dagin.

Seinastu 12 árini havi eg sum forkvinna í MEGD møtt hópin av menniskjum, sum duga dygdina í at hyggja út um seg sjálvi. Eg, meg, mær og mítt er rættiliga ókent. Heldur er tað felagsskapurin, sum er drívmegin til samveru og samkenslu. Har sá eg ábyrgdarfulla menniskjað, sum hevur ein virknan lut í felagslívinum.

Tann, ið umhugsið – vit kunnu við Arendt siga tankafult – tekur ábyrgd. Og soleiðis er tað enn kring alt landið.

Vit eru jú menniskju og saman skapa vit eina menniskjaliga felagsverð har vit saman skulu finna meining. Og eg fari at hugsa um orðini hjá Steintór Rasmussen í lagnum, sum varð gjørt til landsinnsavningina hjá MEGD í farnu viku:

Skapandi og ymisk og nógv hjartamál
ger okkum til eitt samfelag, sum hevur lív og sál.
Vit eru vovin saman í kærleika og trúgv, 
sum ein ælabogi, sum ein vøkur brúgv.

Tú og eg, tú og eg.
Vit skulu fylgjast gjøgnum dagin.

Og tá ið vit siga vit, so meina vit øll. Her skulu øll kenna seg vælkomnan og fáa møguleika at geva sítt íkast til dagin.

Vit eiga at vera varin. Alsamt stendur einstaklingurin, góði borgarin, bæði millum vaksin og eisini millum børn okkara og tey ungu í býnum, til reiðar at reisa seg. Hann hevur evnini til fyrst og fremst at skoða seg og sítt. Tá hvørvur felagsskapin úr eygsjón, samstundis sum megin og alskurin í nøgdsemi og takksemi fyri tí, vit gera saman, fánar.

***

Vónin fyri menniskjað í eintali liggur í veruleikanum, at ikki menniskjað, men menniskju búleikast á jørðini og skapa eina sínámillum verð. Hetta er ein menniskjalig felagsverð, sum fer at bjarga menniskjanum frá fellum í menniskjaligu natúruni.

Latið okkum spreingja ekkórúmini og saman geva heimum okkara lív. Latið okkum geva hvørjum øðrum gatur og binda ættarliðini saman. Latið okkum læra hvønn annan, børnini og tey ungu at vísa nøgdsemi og takksemi. Soleiðis virkar felagsskapurin – har vit saman kunnu vera samd og ósamd.

Tí einki menniskja er ein oyggj. Hygg kring teg í fólkamongdini í dag. Hetta eru nøkur av teimum, tú og eg liva saman við, og vónin liggur í tær og í mær, sum skulu fylgjast gjøgnum dagin.

***

Við hesum orðum ynski eg tykkum eina framhaldandi góða norðoyastevnu og biði Harrans signing yvir land og fólk við orðunum (úr 4. Mósebók 6): HARRIN signi teg og varðveiti teg!

Takk fyri!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ikki sørt skelkandi!
Norðoya Fornminns­savn hevur aðalfund
Nýggjur KÍ sangur - Blá sum havið
Stór granskingarverkætlan um fiskiskap…
Tobias Rahim kemur til Føroya
Regn, róður og glaðar løtur - Norð­oyaste…
Børge Petersen er givin í KÍ
Jóannes Bjartalíð: Eg skifti ikki felag…
Tá húsini á Akursmørk vórðu rakt av bumb…
Mennandi kapping fyri ungu Badmintonleik…
KÍ hevur ikki verið so føroyskt í 9 ár
Veðrið í vikuni
Koyr bil, tá tú koyrir bil!
Norð­oyastevnu­framsýning
Tóra Við Keldu helt norð­oyastevnurøðan
Sangløta í Betesda á Norð­oyastevnu
Eingin skrúðgonga - Møtt verður í Varpin…
Brúðarstás í 100 ár
Brúðarstás í 100 ár
Miðnáttarrøða í Vágstúni