Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Oliver Joensen

Jóannes Bjartalíð: Eg skifti ikki felag í summar

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  02.06.2025 - 10:16 Ítrottur Tíðindi

Fyrrverandi KÍ-leikarin vísir aftur leysasøgum um, at hann møguliga skiftir aftur til KÍ í summar.

Høvuðsvenjarin hjá KÍ, Magnus Powell, segði alment eftir, at Daniel Johansen hevði skift til KÍ, at hetta væntandi ikki bleiv síðsta tilgongdin í summar. Og navnið sum ofta gekk aftur í søgunum var Jóannes Bjartalíð, sum ikki hevur spælt nakran dyst fyri Fredrikstad í 2025 vegnqa skaðar og har sáttmálin gongur út eftir hetta kappingarárið. Vit hava spurt Jóannes um hesar søgurnar, men hann vísir avgjørdur aftur, at nakað er í hesum.

- Eg hati at skuffa fólk, men eg kann við vissu siga, at eg skifti ikki felag í summar, sigur Jóannes Bjartalíð í stuttari viðmerking við Norðlýsið.

Hann sigur, at hann er byrjaður spakuliga at venja fótbólt aftur og vóni at verða klárur til næsta dyst.

Fredrikstad liggur á 4. plássi og spælir aftur 22. juni á útivølli móti Viking.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…