Lýsing
Lýsing
Lýsing

FØROYAR á heimavølli komandi vikuskifti

SKRIVAÐ: Flogbóltssamband Føroya  |  03.06.2025 - 12:01 Ítrottur Myndarøð Tíðindi

Komandi vikuskifti spælir A-landsliðið hjá kvinnum tveir dystir á heimavølli. Dystirnir vera leiktir í høllini inni í Dal á Sandi.

Eftir flotta avriki hjá Føroyska landsliðnum í Letlandi farna vikuskifti, fyrireika kvinnurnar seg til komandi Silver League dystirnar á Sandi, har Føroyar eru vertir.

Føroyar hava góðan møguleika at fáa eitt gott úrslit til fyrra dystin fríggjakvøldið kl: 19:00, tá okkara kvinnur møta Norðurmakedónia. Sunnudagin møta vit Eysturríki, sum júst eru flutt niður úr Gullliguni.

 

Útlitini hjá Føroyum:

Norðurmakedónia, vann annan av sínum dystum farna vikuskiftið, tá landið vann sín fyrsta millumtjóða dyst í 17 ár við 3-0 sigri á Luksemborg (25-16, 25-19, 25-14). Sunnudagin fekk Norðurmakedónia kortini oyrini rættiliga í maskinuna ímóti sterka sveisiska liðnum, sum vann 25-7, 25-16 og 25-6 í trimum settum.

Sunnudagin verður dysturin ímillum  Føroyar og  Eysturríki, sum í fjør spældi í Gullliguni, men endaði aftast og flutti tí niður í Silvurliguna at spæla í ár. Fyrsta dystin, sum var ímóti Georgia og varð spældur í Íslandi, tapti Eysturríki 3-2 (26-28, 23-25, 25-13, 27-25, 13-15). Tað var júst Georgia, føroysku kvinnurnar vunnu 3-1 á í 2023. Seinna dystin vann Eysturríki sunnudagin sannførandi 3-0 á Íslandi (25-16, 25-15, 25-17). Fríggjadagin hevði Ísland tó vunnið 3-2 á Georgia. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…