Lýsing
Lýsing

Kristel Lisberg á OY Voxbotn

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  03.06.2025 - 14:38 Mentan Tíðindi

Songkvinnan Kristel Lisberg hevur váttað, at hon fer at framføra á ársins Voxbotn 2025. Hon telist uttan iva millum okkara sterkastu songkvinnur, og hennara fangandi framførslur bera ein altjóða dám.

 

Tað verður ein stór rødd, ið tekur pallin, tá Kristel fer at framføra síni kendu og elskaðu løg á ársins konsertdegi. Síðani hon gjørdist kend í Føroyum í nullunum, hevur hon givið út fleiri stór og vælumtókt løg, umframt at hon hevur staðið fyri óteljandi framførslum í heimsflokki.

Í 2016 fekk hon boð frá DR um at framføra balladuna “Who Needs a Heart”, sum var við í kappingini um at umboða Danmark í Eurovision. Lagið kom ikki gjøgnum nálareygað, men framførslan hjá Kristel fekk sera góða móttøku.

Síðani hevur Kristel framført nógv í bæði Danmark og Føroyum, og hartil givið út løg og sjónbandaløg.

 

Kontrikallið kom til Kristel

Tey, sum fylgja væl við tónleikaleiðini hjá Kristel, vita, at hon hevur skift út popptónleikin við country. Seinastu útgávur hennara hava havt ein greiðan country-dám, og tað tykist natúrligt, tá hugsað verður um hennara upphav. Pápi hennara er Jens Lisberg, sum er ein sonn drívmegi í føroyska country-umhvørvinum, og Kristel hevur slitið sínar barnaskógvar á pallinum saman við honum.

Skráin til OY Voxbotn er av álvara við at taka skap. Gleð teg til eina rimmar veitslu saman við Ester Kristiansen, Goodboys, Minds of 99, RSP, Byrta, Suspekt, Swangah, Týr – og sjálvandi Kristel Lisberg!

 

Keyp atgongumerki beinavegin á ebillet.fo fyri kr. 1.050,- umframt avgreiðslugjald.

OY Voxbotn 2025 – í samstarvi við Posta, Føroya Banka, Eta, Atlantic Airways, OY, SMS, Burger King, Effo, Coca-Cola, Nema, Hoyrnin og Red Bull.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hallur væntar at spæla í Finnlandi
Air France-KLM fer eftir meiriluta­num í…
Team Klaksvík hevur sett nýggjan høvuðsv…
Myndarøð: KÍ vann í Sarpugerði í dag
Daniel Johansen skeyt KÍ enn nærri FM 20…
NATO tinglimir á vitjan í Føroyum
Talgildar viðtalur og nýggj átøk á Suður…
U21 hetjurnar í KÍ blusuna
Kúlubøka á Kaldbaksfirði
Annað bind av "Færøsk Litteraturs Histor…
Tøkk – Ella Mørkøre
Erik Biskopstø vitjar Norðlýsið
Útróðurin í dag
Kular Røtur hava 25 ára show á Vágsbø
Unglingar lupu á sjógv
Fráferðartiltak til Oyggja­leikir 2025
Upptakt: Víkingur-KÍ
Heimsstjørna prísar flyglinum í Varpinum
U21 hetjurnar vitjaði Duritu og Fríðin
Fyrrver­andi blaðstjóri vitjaði Norðlýsið