Lýsing
Lýsing
Lýsing
Onnur av teimum báðum nýggju ferjunum, tann til Svínoyar- og Fugloyarleiðina, fer at síggja á leið soleiðis út. Hon skal avloysa Rituna, ið er frá 1971 og harvið 54-ára gomul. | Mynd: Ferryvolution

Tvær nýggjar ferjur til Norðoyggjar

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  03.06.2025 - 18:00 Tíðindi

Nú eru 2 nýggjar ferjur projekteraðar fyri Strandfaraskip Landsins, og báðar skulu sigla millum Norðoyggjar. Onnur ferjan fer at sigla millum Klaksvík og Syðradal, meðan hin fer at sigla millum Hvannasund, Svínoy og Fugloy.

Ferjan til Kalsoynna fer at taka 145 ferðafólk og upp til 20 bilar, meðan tann minna, ið fer at sigla til Svínoynna og Kalsoynna fer at taka 75 ferðafólk og upp til 2 bilar. Tað er skipasmiðjan Mest, ið hevur projekterað báðar ferjurnar. Kalsoyarferjan er longu boðin út og verður tí tann fyrra av teimum báðum. Jóhan Christiansen, landsstýrismaður, dugir ikki at seta dato á enn, sigur hann, men byrjað verður antin í ár ella fyrst í komandi ári upp á Kalsoyarferjuna, og landsstýrismaðurin metir, at tað fer at taka 1 til 2 ár frá tí at byrjað verður.

20 milliónir eru settar av í ár, 68 milliónir komandi ár og 100 milliónir árið eftir, men hetta triðja árið fer játtanin eisini til aðrar ferjur enn tær báðar í Norðoyggjum.

Ferjan til Kalsoynna verður skraddarabygd til júst farleiðina og verður ein el-ferja.     

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hallur væntar at spæla í Finnlandi
Air France-KLM fer eftir meiriluta­num í…
Team Klaksvík hevur sett nýggjan høvuðsv…
Myndarøð: KÍ vann í Sarpugerði í dag
Daniel Johansen skeyt KÍ enn nærri FM 20…
NATO tinglimir á vitjan í Føroyum
Talgildar viðtalur og nýggj átøk á Suður…
U21 hetjurnar í KÍ blusuna
Kúlubøka á Kaldbaksfirði
Annað bind av "Færøsk Litteraturs Histor…
Tøkk – Ella Mørkøre
Erik Biskopstø vitjar Norðlýsið
Útróðurin í dag
Kular Røtur hava 25 ára show á Vágsbø
Unglingar lupu á sjógv
Fráferðartiltak til Oyggja­leikir 2025
Upptakt: Víkingur-KÍ
Heimsstjørna prísar flyglinum í Varpinum
U21 hetjurnar vitjaði Duritu og Fríðin
Fyrrver­andi blaðstjóri vitjaði Norðlýsið