Lýsing
Lýsing
Lýsing
Tað gongur væl á Kósini júst í løtuni, tí meira er at fáa av upsa og gulllaksi, tí broytingin í sjófeingislógini er ein kleppur um beinini, sum ger tað trupult at endurnýggja partrolaraflotan. | Mynd: Skíggjatak frá KvF

Meir er at fáa – men sjófeingislógin forðar fyri dagføringum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  03.06.2025 - 18:07 Tíðindi Vinna

Fiskiskapurin eftir upsa er øktur nógv í seinastuni, og tað fæst bæði meira fiskur og størri fiskur. Við Kringvarpið sigur Regin í Hjøllum, skipari, at stovnurin er væl fyri, og tað merkist eisini á Kósavirkinum. Júst tað sama ger seg galdandi fyri gulllaks. Virkið koyrir væl fyri tíðina, men sjófeingislógin er ein fótongul, ið mótvirkar teirri góðu gongdini.

Í KvF var at síggja mánakvøldið, at tey hava fingið eini túsund tons afturat at virka, og dagarnir eru langir, frá kl. 6:30 til 17:00, altso 10½ tíma. Jógvan Hansen, rakstrar- og sølustjóri í JFK-samtakinum, sigur, at tað er ein góð og positiv gongd, tey hava sæð seinastu 4-6 vikurnar, og hann vónar, at gongdin heldur fram gjøgnum summarið.

Tað hevur annars verið stak trupult fyri partrolararnar í longri tíð, og stór tap hava verið at sæð í fleiri ár, so hesar góðu vikurnar koma ómetaliga væl við, men har skal meira til fyri at venda gongdini. JFK er blivið hart rakt av broytingini í sjófeingislógini, ið ger, at tey í JFK ikki fáa keypt sær fleiri dagar, tí tey sleppa ikki at vaksa. Annars kundu tey hugsað sær at fingið størri skip. Við Kringvarpið segði Jógvan Hansen mánakvøldið, at:

– ”Vit hava ein gamlan partrolaraflota, og vit ynskja sjálvandi at skifta hann út, men vit eru vorðin hart rakt av broytingini í sjófeingislógini, og tað hevur við sær, at vit ikki fáa keypt fleiri dagar, tí vit fáa ikki vaksið, so vit høvdu ynskt okkum onkrar broytingar í lógini. Har hevði tað mest spennandi verið at fingið tað gjørt soleiðis, at farið varð frá at rokna fiskidagar sum longd × breidd × dýpd × motorstødd, tí tað ger tað trupult at skifta bátarnar út. Hevði man í staðin kunnað lagt bátarnar saman og í staðin fyri brúkt eitt pelatrekk, og á tann mátan faldað tað upp við fiskidagar, so fingu vit munandi betri umstøður, og kundu skift út við ein størri trolara, sum kundi fiskað við dupulttroli. So fóru 15 mans við, sum høvdu góðar umstøður umborð, eins og tað hevði verið nógv betri fyri okkum.

So hevði partrolaraflotin heilt sikkurt verið skiftur út so við og við”, sigur Jógvan Hansen at enda.

 


Kelda: Rokast í upsa og gulllaksi

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hallur væntar at spæla í Finnlandi
Air France-KLM fer eftir meiriluta­num í…
Team Klaksvík hevur sett nýggjan høvuðsv…
Myndarøð: KÍ vann í Sarpugerði í dag
Daniel Johansen skeyt KÍ enn nærri FM 20…
NATO tinglimir á vitjan í Føroyum
Talgildar viðtalur og nýggj átøk á Suður…
U21 hetjurnar í KÍ blusuna
Kúlubøka á Kaldbaksfirði
Annað bind av "Færøsk Litteraturs Histor…
Tøkk – Ella Mørkøre
Erik Biskopstø vitjar Norðlýsið
Útróðurin í dag
Kular Røtur hava 25 ára show á Vágsbø
Unglingar lupu á sjógv
Fráferðartiltak til Oyggja­leikir 2025
Upptakt: Víkingur-KÍ
Heimsstjørna prísar flyglinum í Varpinum
U21 hetjurnar vitjaði Duritu og Fríðin
Fyrrver­andi blaðstjóri vitjaði Norðlýsið