Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Oliver Joensen

Jógvan við Keldu fær borgmeistaraketu frá Sparikassanum

SKRIVAÐ: Jákup Andreasen  |  04.06.2025 - 10:59 Mentan Politikkur

Nógv var gjørt burturúr í 1983, tá Klaksvíkar Kommuna hátíðarhelt 75 ár sum sjálvstøðug kommuna saman við bygdunum Árnafjørð, Strond, Ánunum og Norðoyri.

 

Í sambandi við hátíðarhaldið fekk kommunan eina prýðiliga "borgarstjóraketu" í føðingardagsgávu frá Norðoya Sparikassa, sum var fyrsta borgarstjóraketan í Føroyum, hóast londini uttanum okkum høvdu havt tílikar í nógv ár.

Myndin varð tikin í sambandi við hátíðarhaldið, tá Jógvan fær ketuna frá umboðum fyri Sparikassan. Umframt Jógvan eru hinir menninir Álvur Klakk, nevndarformaður í Norðoya Sparikassa og Brynjálvur Jacobsen, stjóri í Sparikassanum.

75 ára haldið varð hildið í fimm dagar og varð sett í Christianskirkjuni. Hetta var helst fyrstu ferð, at Nólsoyar Pálsgøta var skipað við longum morgunmatarborði leygarmorgunin í vikuni, og gestir vóru komnir frá øllum vinarbýunum.

Av tiltøkum í sambandi við hátíðarhaldið kann eg nevna, at m.a. vóru skótar hvørt kvøld norðuri í Kunoyarnesi og kyndu eldar sum sýndu býarmerki í stórari stødd, og seinasta kvøldið skipaði Ólavur Klakk fyri konsert í skúlagarðinum.

Norðlýsið eigur myndina.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…