Lýsing
Lýsing
Lýsing
Fólkaflokkurin er opin fyri samgongumøguleika við Javnaðarflokkin, nú løgmaður hevur avblást boykottið av Lista A. Flokkarnir vilja báðir hava Suðuroyartunnil, men Fólkaflokkurin er ikki heitur fyri at hækka pensjónsaldurin og vil heldur seta inn í yngra endanum og annars spara almennar útreiðslur | Mynd: Portalurin

Hetta heldur Fólkaflokkurin um pensjónsaldur og Suðuroyartunnil

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  04.06.2025 - 11:48 Politikkur Tíðindi

Eftir veljarakanningina hava summi skotið Fólkaflokkinum í skógvarnar, at hann fekk eina góða veljarakanning, tí hann hevur verið so kúrrur um stórmálini pensjónsaldur og Suðuroyartunnil. Norðlýsið setti tí Beini Johannesen, formanni í Fólkaflokkinum, bókstaviliga stevnu á Norðoyastevnu og bað hann greiða frá støðuni hjá sær og flokkinum til hesi bæði málini

 

 

Beinir Johannesen sigur, at tað er serliga vinnupolitikkurin, sum skilir Fólkaflokkin frá samgonguni. Flokkurin er ikki fyri so høgum tilfeingisgjøldum ella tøkugjøldum, sum samgongan hevur álagt ávikavist fiski- og alivinnuni, tíansheldur nýggjastu broytingunum í lógini um sjófeingi. Fólkaflokkurin heldur, at almennu útreiðslurnar hjá samgonguni eru alt ov høgar, samstundis sum vinnupolitikkurin ger samlaðu køkuna minni. Útreiðslurnar vaksa munandi skjótari enn inntøkurnar, og tað gongur ikki í longdini.

Eisini fýlist Fólkaflokkurin á, at samgongan budgetterar við stórum undirskotum á hvørjum ári. Flokkurin vil ikki skatta fólk ella vinnu uppaftur harðari, og tí sigur Beinir Johannesen, at tað fer at verða skorið í útreiðslunum, tá/um Fólkaflokkurin kemur til valdið. Tá ið tað kemur til etisk mál, so stendur hvør einstakur tingmaður og hvør einstøk tingkvinna frítt stillað, men kortini hava fólkaflokstingfólk atkvøtt eins í teimum, tá atkvøðugreiðsla hevur verið.

Til spurningin um, hvørt Fólkaflokkurin er sinnaður at fara í samgongu við Javnaðarflokkin eftir eitt komandi val, sigur Beinir Johannesen, at tey eru opin, og nú Javnaðarflokkurin ikki longur boykottar Fólkaflokkin, er møguligt, at teir fara í samgongu. Eisini sigur hann, at tað ger onki, um kortini verða blandað eitt sindur øðrvísi, um tað skal vera.

 

Suðuroyartunnilin

Fólkaflokkurin er fyri Suðuroyartunli, sigur Beinir. Flokkurin var við til at undirskriva semjuna um Suðuroyartunnilin, og Beinir sigur, at málið tíverri er blivið rættiliga gruggað. Fólkaflokkurin vil hava málið at venda rætt, hvat viðvíkir linjuføringum og prísi, og vendir málið rætt, er Fólkaflokkurin fyri Suðuroyartunli. Hann sigur tó, at um kostnaðurin verður munandi hægri enn higartil varslað, so má støðan endurskoðast. Men grundleggjandi tekur Fólkaflokkurin undir við Suðuroyartunli.

 

Pensjónsaldurin

Fólkaflokkurin heldur ikki, at tað at hækka pensjónsaldurin er tann einasti møguleikin fyri at loysa nógv umrøddu haldførisavbjóðingina. Flokkurin er ikki so heitur fyri at hækka pensjónsaldurin, men heldur, at tað eigur at verða hugt at yngra endanum í demografi-spektrinum – ikki einans tí eldra endanum. Burðartalið er fallið, og fleiri flyta ikki heim aftur úr útlondum eftir loknan lestur, og tað er her, vit eiga at seta inn, sigur Beinir Johannesen.

Tá tað kemur til spurningin um pensjón, sigur Beinir, at vit gjalda í stóran mun inn til okkara egnu pensjón nú, og tá ið vit hava spart upp til okkara egnu pensjón, og tað er fult implementerað, so eiga vit ikki at dúva uppá pensjón frá landinum. Samhaldsfasti skal tó varðveitast, sigur hann, og har skal vera ein skipan at lofta teimum, sum ikki megna at spara eins nógv upp.  

 

Samrøðan við Beinir Johannesen í sendingini "Komið øll við" kann hoyrast her. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
45 íbúðir í Runavík
Ziska er nú hjá seglskipinum
Seglskip farið á land
Fólka­flokku­rin vil VARÐVEITA fólka­pensjó…
Áheitan á fakfeløg­ini á almenna arbeiðsm…
Mai 2025 – lýggjur og vátur
Fólka­flokku­rin vil AVTAKA fólka­pensjónin…
2.Hvítusunnudag er familjuguds­tænasta kl…
Árligur arbeiðsdagur í Nesvík verður ley…
Grundlógar­dagin verður stongt kl. 12.00
Nýggjar bøkur á føroyskum til børn og un…
Talvudagur fyri Bíbliu­felagið Hvítusunnu…
KÍ hópur á lands­liðnum
Endur­nýtslan er stongd grundlógar­dagin 5…
Løgmaður: Veljara­kann­ingar kunnu ikki áv…
Stakkavík 5.600 pund
Pætur Smith Clementsen er settur sum lan…
Avtøka av rundskrivi um fráfaringaraldur
Hátíðarløta fyri Universitetssjúkra­húsin…
Hetta heldur Fólka­flokku­rin um pensjónsa…