Lýsing
Lýsing
Lýsing

Árligur arbeiðsdagur í Nesvík verður leygardagin 14. juni

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  05.06.2025 - 15:08 Tíðindi

Árligi arbeiðsdagurin í Leguhúsinum í Nesvík fyri sjálvboðin verður leygardagin 14. Juni. Tørvur er á øllum hjálpandi hondum at gera Leguhúsið klárt, áðrenn summarlegurnar byrja.

 

Hvørt ár vitja fleiri túsund børn, ung og eldri Leguhúsið í Nesvík – og nógv av arbeiðinum verður gjørt av sjálvbodnum. Herímillum verður eisini eitt stórt sjálvboðið arbeiðið gjørt fyri at halda leguhúsið við líka og støðugt at menna umstøðurnar fyri tey mongu børnini, sum koma á summarlegu í summar. 

Tí er siður at hava ein arbeiðsdag áðrenn summarlegurnar verða skotnar í gongd. Her verður heitt á øll, ið hava áhuga, at møta upp at hjálpa eftir førimuni. Talan er um alskyns uppgávur so sum reingerð, viðlíkahald, at lyfta, bera, rudda, skrúva, v.m. – og øll kunnu vera við so leingi, sum tað liggur fyri.

Byrjað verður við morgunmati og eini andakt klokkan 9.00. Síðani verður farið í gongd við arbeiðið. Á middegi verður døgurði, og arbeiðsdagurin endar klokkan 16.

Til arbeiðsdagin í fjør møtti ein rúgva av fólki upp, og í góðveðrinum varð arbeitt bæði úti og inni.

Fyri matgerðina er best, um fólk boða frá luttøku á telefon 230076 ella til sigvald@mission.fo.

Takk, um tú vilt koma við at veita eina hjálpandi hond til arbeiðsdagin.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…