Lýsing
Lýsing
Lýsing

Livandi Varmakelda

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  06.06.2025 - 20:30 Mentan Tíðindi

Eitt nýtt tónleikatiltak sær ljósið fyri fyrstu ferð. Livandi Varmakelda verður eftir ætlan eitt afturvendandi tiltak á Varmakeldu í Fuglafirði, fyrsta leygardag í juli á hvørjum ári

 

Varmakelda er ein av elstu stevnunum í Føroyum, og hevur rót langt aftur í forna tíð, tá ið keldan varð hildin at hava lekjandi kraft, har fólk komu saman við kelduna til dans og annan felagsskap.

Síðani 1952 hevur Varmakelda verið hildin sum ein av bygdastevnunum við kappróðri og øðrum til gamans og álvara.

Hóast fleiri av stevnunum eru fánaðar og viknaðar munandi, livir Varmakeldan enn - og nú skal nýtt lív blásast í hesa siðvenju við tiltakinum, Livandi Varmakelda, sum verður hildið á fyrsta sinni leygarkvøldið 5. juli 2025.

 

Karmar

Allar konsertirnar verða í Mentanarhúsinum, sum við stórum palli, ljósseting og dygdaranleggi spílar seg út at skapa best møguligu karmarnar.

Fyrsta framførslan byrjar kl. 19.00 og tiltakið endar um náttina kl. 03.45. Í hesum tíðarskeiði fara 8 ymiskir tónleikabólkar og einstaklingar á pallin. Skráin fevnir breitt um sjangrur og aldur – og endamálið er at skapa eitt kvøld sum er fólksligt, rúmligt, festligt – og livandi.

 

Tónleikurin 2025

Tónleikararnir sum longu eru avdúkaðir eru:

  • Kim Hansen v/bólki
  • DJ Antony Charles
  • Tunghoyrt
  • Ingi Poulsen duo
  • Guðný Emilíana & Helgi Tórshamar (úr Íslandi)

Fleiri bólkar og einstaklingar koma á skránna í næstum. Fylg við á Facebook: Livandi Varmakelda og Instagram: @livandivarmakelda.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mjølnir STEYPAVINNARAR 
Kundi valla verið verri
Tryggari saman og ríkari í ríkisfelagssk…
Norðsøki eitur nú Vónarljós
Riggaðu til at flyta Nónhamar
KÍ fær vitjan av HB
Beinleiðis flogrutu til Nuuk
Borgar­stjórar­nir í Suðuroynni kalla inn…
Gentur 19 hjá Mjølnir steypavinnarar 202…
Misnýtt politiskelti
Skilnaðarløtan í gomlu Klaksvíkar kirkju
Brekumboðið farið til verka
Vika 6 - Hví vilja vit føroyingar ikki b…
“Orð Guds” Møtirøð 6.-8. februar í Berøa…
Veðrið um vikuskiftið
Torrablaðið í gerð
BÓNUS steypafinalur fyri yngri leikarar…
Ummæli: Framtíðin er í góðum røddum
Styrkt samstarv um vinnukavara­útbúgvinga…
Móttøka í nýggja Búfelagsskapi­num á Toft…