Lýsing
Lýsing
Lýsing

Brandur klárur eftir summarsteðgin

SKRIVAÐ: Tekst og myndir: Oliver Joensen  |  06.06.2025 - 14:26 Mentan Myndarøð Tíðindi

Tað hevur verið vanligt, at útróðrarbátar hava lagt stilt eitt skeið eftir vetrarútróðurin. Soleiðis var Brandur onki undantak um mánaðarskiftið mai juni.

Útróðrarbáturin, ið er bygdur í Brastad í Noregi í 1977 úr stáli, er heimahoyrandi í Hvannasundi. Tað er Sp/f Brandur, og eigari og útgerðarmaður er Janus Sørensen.

Brandur hevur hesa tíðina ligið á Klaksvík og hevur fingið onkrar umvælingar gjørdar, eins og hann eisini er blivin málaður um aftur.

Fyrradagin kom Janus so av Viðareiði, har hann býr, til Klaksvíkar eftir bátinum, saman við abbabørnum, ið ógvuliga gjarna vildu við siglitúrin norður í Sund.

Vit fingu orðið á Janus hendan dagin, og hann segði, at teir helst fóru í drift aftur um einar 14 dagar. Upp á fyrispurning um fiskarí, segði Janus, at hann roknar mest við hýsu og hvítingi hesa tíðina av árinum. Men segði hann, vit hava eisini góðar seks dagar á Føroya Banka, so vit fáa at síggja, hvat tað gevur. Fiskurin er ikki so góður hesa tíðina beint eftir gýting, men í august/september er betri tíð til fiskiskap hjá okkum.

Norðuri í Norðdepli hevur Brandur eisini gjørt ymsar umvælingar á egningarskúrinum. Skúrurin sæst á myndunum niðanfyri og er deildur upp í trý, har eystasti endin er frystarí, mittasti parturin til egning og vestasti parturin er til at arbeiða gággu í og eisini eitt frystarí.

Vit spurdu eisini Janus um siglitúrin norður um. Jú segði hann, børnini kláraðu seg væl, tað rullaði eitt sindur við hvørt, men tað bilti ikki, tí sjóverk fingu tey ikki.

Spf Brandur eiga brøðurnir Ólavur og Janus Sørensen.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…