Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing
Arnfinnur Guðjónsson er íløgustjóri hjá LÍV | Mynd: Jóhann Lützen

LÍV um stóru íbúðarverkætlanina Við Sandin

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  06.06.2025 - 20:54 Tíðindi

Arnfinnur Guðjónsson er íløgustjóri hjá LÍV, og Norðlýsið hitti hann á máli, nú reisigildi var í miðnýnum. Arnfinnur greiðir herundir frá stóru íbúðarverkætlanini.

 

 

– ”Hetta er ein spennandi verkætlan, sum vit hava, og hon fevnir um 31 íbúðir. Niðasta hæddin verður brúkt til vinnuhøli, so tað er eitt samanspæl, sum hóskar væl til ein miðbý, haldi eg. Tekningarnar vísa, at tað fellur væl inn í tað, sum er her frammanundan, og tað er ein spennandi verkætlan. Vit eru farin undir hetta av tveimum orsøkum: Tí at kundar okkara skulu hava eitt avkast, og tað vænta vit, at teir fáa, tí verkætlanin er kappingarfør. Og so tí at vit vilja hava okkara pening til arbeiðis í Føroyum, sum í hesum føri er í Klaksvík”, sigur Arnfinn. Hann leggur afturat:

– ”Fólk rinda sína pensiónsuppsparing inn til okkara, og vit tátta í umleið 6 milliardir í umsetningi, alt eftir hvussu man telur. Harav skal ein partur brúkast til fastognir, og hetta er so tann triðja verkætlanin, sum vit hava í gongd í Føroyum”.

Spurdur um hvørja stødd íbúðirnar hava, og hvat tær kosta, svarar Arnfinn, at har eru 3 ymiskar støddir: – ”Tær minstu eru 55 m², so eru nakrar umleið 75 m² og tær størstu eru 100 m² ella meira. Tær upp á 75 m² síggja út til at fara at kosta umleið 9.700 kr. um mánaðin, sum nú er, men prísurin fær gildi frá tí degi, íbúðirnar eru lidnar, og prísir kunnu broytast til ta tíð. Seinni í ár fara vit út við upplýsingum um, hvussu ein kann skriva seg upp til eina íbúð. Har skal ein bert fylgja við á okkara profili”, sigur Arnfinn, og sigur somuleiðis, at tey hava longu merkt áhuga:

– ”Sjálvi hava vit í LÍV ikki verið úti við nøkrum enn, men vit hava fingið fyrispurningar um, hvussu ein kann skriva seg upp. Møguliga fer tað at vera so, at kundar í LÍV fáa framíhjárætt í summum førum, men tað skal venda rætt, tá tað kemur hartil. Vit fylgja annars væl í, hvat hendir í Norðoyggjum, og møguliga verður hetta ikki hvørki einasta ella seinasta íløgan her”, sigur Arnfinnur Guðjónsson.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Føroyska málið og mentanin fyri hóttafal…
Míni hjartamál: Strika 8000kr, útleigara…
Løgtingsvalið: Norðlýsið on Tour
Kvinnu­ungl­ingar: Mjølnir er føroyameista…
- Sirið og eg kunnu seta rekord
Leivur Øssursson TG 32
Bárður á Steig Nielsen og Anna Falkenber…
FM-stríðið fær fyrstu stóru ábendingina
Johnny um dýr vallyfti: Hetta skalt tú k…
Í kvøld spælir Team Klaksvík síðsta dyst…
Nevndarval á Herluf's Kafé
FC Suðuroy bjóðar til fótbóltsskúla í pá…
Kapitalisma - Skipanin ið lønar tær fyri…
Útróðurin má fáa betri treytir!
KÍ fingið styrk úr brasilia
Duopol í føroyskari telving
Forboð hjá ungum at brúka sosialar miðla…
Rasmus Seebach á Summar Festivalin
Fingrar­nar vekk frá SEV!
KÍ hevur fingið tilgongd?
Lýsing