Svimjihylurin alment opnaður
7 Juni bleiv svimjihylurin alment opnaður. Tað bleiv hátíðarhildið við morgunmati, røðuni, felagssangi, og svimjikapping
Fleiri leyp í hylinum og nógv fólk møttu upp. Ritan var full av fólki til Svínoyar. Uml 100 fólk var við til tiltakið. Vit grillaðu pylsur og breyð uttanfyri skúlanum og endaði við drekkamun.
Her er røðan sum eg havi hildi:
“Vælkomnir føringar! Her sum tit standa er ein av teimum fáu útisvimjihylunum sum er enn verður brúktur at svimja í. Hesin hylurin er bygdur í 1933 av Hjalmari Hátún og skúlabørnunum í Svínoy. Síðani tá hava svínoyingar lært at svimja her. Í dag hátíðarhalda vit at svimjihylin aftur kann brúkast. Hetta er ein søgulig løta í nýggjari tíð, at ein útisvimjihylur blívur umvældur. Børnini sleppa endiliga at svimja aftur aftaná at hava bíða í 5 ár. Ein sum var 5 ár er nú 10 ár, og ein sum var 13 ár, er nú blivin 18 ár. 5 ár hjá okkum vaksnu og 5 ár hjá børnum kunnu ikki samanberast. Tey hava bíðað langa tíð til hendan dagin, og tað má feirast. Aftur kunnu vit hoyra láturin hjá børnum og hylurin verður aftur brúktur sum áður.
Um hylurin ikki bleiv umvældur hevði eingin staðið her, og hetta hevði verið eitt deytt økið. Í lítlari bygd sum í Svínoy, og serliga tá tað er útoyggj, er ringt at fáa ting at henda. Man má grenja og grenja, ja, mann má grenja harðari enn onnur fyri at verða hoyrdur. Tað havi eg obinbart klára væl. Eg havi lært at við grenji skal land byggjast.
Fyri trimum árum síðani stovnaði eg eitt áhugafelag saman við m.a. Marius á Geilini og Elisabeth Mortensen sum eru í nevndini. Mann hevði ikki trúð at tað fór at taka so langa tíð, menn vit hava enn planir um at fríðka um økið rundan um hylin. Eg takki hjartaliga fyri arbeiðið hjá tykkum. Uttan tykkum var eg bara ein sum grenjar uttan úrslit. Eg takki Klaksvíkar kommunan fyri arbeiðið og stuðul. Serliga tá tað stendur so illa til í kommunukassanum, men tit hava klárað at sett pengar av til hylin til endans. Eg takki serliga Eyðun Jacobsen, sum hevur staðið fyri arbeiðnum, og sum saman við øðrum svínoyingum hevur umvælt hylin. Fantastiskt arbeiði tit hava gjørt. Eg takki eisini fyri útoyggjastuðulin og Visit Faroe Islands, sum hevur stuðlað verkætlanini.
Áðrenn eg fari at enda røðuna, má eg nevna, at hylurin bleiv partvíst umvældur í 70unum av Jógvan Edmund og Símun Gutta. Tá vóru teir smádreingir, tað skulu vit ikki gloyma
Við hesum orðum endi eg taluna og hylurin er nú opið fyri almenninginum.
Hylurin Leingi livi! Hurra hurra hurra!”