Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nýtt undirvísingartilfar um sorg á føroyskum

SKRIVAÐ: Krabbameinsfelagið  |  12.06.2025 - 13:44 Tíðindaskriv

Tað hevur manglað leingi, og nú er tað endiliga her. Lær um sorg er spildurnýtt undirvísingartilfar á føroyskum, sum er ætlað næmingum í 1.-6. flokki í fólkaskúlanum. Tað eru Krabbameinsfelagið og Berin, sum hava fingið loyvi frá danska Kræftens Bekæmpelse at brúka teirra undirvísingartilfar í Føroyum og Nám, sum hevur týtt tilfarið til føroyskt.

 

 

Sorg og einsemi
Nógv børn, sum syrgja, kenna seg einsamøll og uppliva, at javnaldrarnir og floksfelagirnir hava trupult við at skilja tey. Endamálið við undirvísingartilfarinum Lær um sorg er, at eingi børn skulu vera einsamøll við sorgini. Børn og ung skulu tí læra um sorg í skúlanum og um, hvussu tey kunnu stuðla og vera góðir vinir hjá einum floksfelaga ella vini, sum syrgir.


Læra at vísa og skilja kenslur
Talan er um rúgvismikið og forvitnisligt tilfar, sum millum annað fevnir um: ítøkiligar uppgávur til ymisku aldursbólkarnar, uppskot um floksprát og spurningar, filmar og nógv góð dømir um, hvat sorg er. Ígjøgnum rørslur, tekningar, samrøður og annað læra næmingarnar bæði at vísa, skilja og seta orð á ymiskar kenslur. Eisini lærararnir fáa vegleiðingar og arbeiðsætlanir, so tey eru so væl ílatin og fyrireikað til uppgávuna sum til ber.


Gott og virðismikið samstarv
Samstarvið millum Krabbameinsfelagið, Beran og Nám hevur riggað einastandandi væl. Tilfarið er nú liðugt og verður í næstum lagt á heimasíðuna hjá Námi og sent øllum fólkaskúlum í landinum.

Allir partar í samstarvinum eru á einum máli um, at hetta er stórt framstig í arbeiðinum við sorg. Tað fer heilt víst at hjálpa børnum og ungum, sum syrgja, og eisini øllum rundan um tey at skilja og handfara sorg betri.

Sí undirvísingartilfarið her.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hallur væntar at spæla í Finnlandi
Air France-KLM fer eftir meiriluta­num í…
Team Klaksvík hevur sett nýggjan høvuðsv…
Myndarøð: KÍ vann í Sarpugerði í dag
Daniel Johansen skeyt KÍ enn nærri FM 20…
NATO tinglimir á vitjan í Føroyum
Talgildar viðtalur og nýggj átøk á Suður…
U21 hetjurnar í KÍ blusuna
Kúlubøka á Kaldbaksfirði
Annað bind av "Færøsk Litteraturs Histor…
Tøkk – Ella Mørkøre
Erik Biskopstø vitjar Norðlýsið
Útróðurin í dag
Kular Røtur hava 25 ára show á Vágsbø
Unglingar lupu á sjógv
Fráferðartiltak til Oyggja­leikir 2025
Upptakt: Víkingur-KÍ
Heimsstjørna prísar flyglinum í Varpinum
U21 hetjurnar vitjaði Duritu og Fríðin
Fyrrver­andi blaðstjóri vitjaði Norðlýsið