Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: KVF (skíggjamynd)

Megna Klaksvíkingur ella Norðingur at svara Havnarbátinum aftur?

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  14.06.2025 - 01:20 Ítrottur Tíðindi

Í dag verður sundalagsstevna í Hvalvík og serliga stórur spenningur er um 10-mannafarsróðurin.

Havnarbáturin vann á norðoyastevnu og fyri mong var tað óvæntað, tí Havnarbáturin ikki luttók í fjør og ikki hevur vunnið ein róður síðani 2008. Tó mettu fleiri, sum Norlýsið tosaði við uppundir norðoyastevnu, at Havnarbáturin kundi koma at kappast við heilt har frammi, hóast hinir báðir vóru størri favorittar. Orsøkin er, at hetta er ein manning, har ein stórur partur var við til at vinna eitt greitt FM við 8-mannaførum í fjør við Tórsbátinum.

At Havnarbáturin vann hevur tikið allar yvirskriftirnar, og nú er spurningurin, um Klaksvíkingur ella Norðingur fara at svara aftur í dag. Á norðoyastevnu fekk Klaksvíkingur góðan start og Norðingur vánaligan start, meðan Havnarbáturin hevði besta endaspurtin.

10-mannaførini rógva kl. 17.15, um skráin heldur.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hvussu nógv regn kom niður í apríl í ár?
Árni bleiv besti leikari í apríl
KÍ tók ikki av mongu møguleikunum
Apríl 2026 – eitt sindur kaldur og turru…
Latið ei søguna doyggja: 70 Lítlubrekku–…
Myndarøð: Súlur í Klaksvík
Niklas á Trappuni
Ulf Nordlund farin
Johild Johannesen 80 ár
Veðrið um vikuskiftið
Upptakt: B36-KÍ
Strámenn spæla Guttesen á Country Festiv…
Minningarorð um Agnar á Dul
Hetta er bestu áskoðarar í Føroyum!
Fiskiloyvi til útróðarbátar í bólki 5 á…
ItaloBrothers á Summar Festivalin
Slakar 1,3 mió krónur til nýggj verk
Framløgudagur um Fiski­vinnu­royndir
Hegn og garðar skulu vera í seyðahøgum s…
Veiðiloyv­ini verða bæði rullað aftur og…