Lýsing
Lýsing
Lýsing

Føroyar fingið landagóðkenning frá Brasil og útflutningur kann sannlíkt skjótt byrja

SKRIVAÐ: Uttanríkis- og vinnumálaráðið  |  14.06.2025 - 11:00 Tíðindaskriv

Í dag hevur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkis- og vinnumálum, haft fund við Luis Rua, brasilskur vararáðharri fyri handil og altjóða viðurskifti. Fundurin var á sendiharrabústaðnum  hjá Brasil í Keypmannahavn.

 

Á fundinum handaði ráðharrin landsstýriskvinnuni eina landagóðkenning av Føroyum. Landagóðkenning er týdningarmesta stig á leiðini til, at Føroyar kunnu útflyta fiskavørur til Brasil.

Í okkurt um 15 ár hava Heilsufrøðiliga starvsstovan og landsstýrið arbeitt fyri at fáa eina heilsufrøðiliga avtalu við Brasil. Serliga føroyskir saltfiskaframleiðarar hava leingi havt ynski um at fáa atgongd til brasilska marknaðin. Í árunum eftir kríggi og fram til 1970árini útfluttu føroyingar nógvan saltfisk til Brasil, men útflutningurin datt niðurfyri, tá prísurin í Brasil ikki longur var kappingarførur við prísin, ið fekst fyri saltfisk í Evropa.

Í fjør vóru umboð fyri brasilska matvørumyndugleikan á eftirlitsvitjan í Føroyum. Vitjanin gekk væl, og úrslitið er, at Føroyar nú hava fingið landagóðkenning frá Brasil. Góðkenningin merkir, at Heilsufrøðiliga starvsstovan er viðurkend av brasilsku myndugleikunum og kemur framyvir at standa fyri øllum heilsufrøðiligu viðurskiftunum við Brasil.

Á fundinum umrøddu landsstýriskvinnan og vararáðharrin eisini, hvussu samhandil og samstarv landanna millum kunnu mennast.

Sirið Stenberg segði eftir fundin:  “At samstarva við fleiri lond  og geva føroyskum  fiskaútflytarum møguleika at virka á fleiri marknaðum er eitt av aðalmálunum í okkara uttanríkispolitikki,” sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna. “Brasil er ein stórur og áhugaverdur marknaður fyri Føroyar, og telist millum størstu búskapir í heiminum. Landsstýrið vil slóða fyri útflutningi og øðrum vinnuligum sambondum við Brasil og tí  kanna vit møguleikarnar fyri at gera eina vinnuferð til Brasil.”

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kunning frá trúboðarum – í Betesda sunnu…
Havnarbátu­rin javnaði til 2-2
Oyggja­leikir: Løgmaður ynskti íðkarum gó…
Svein Rógvi tippar barna­róðurin
Nøglin: Svein Rógvi tippar Varmakelduróð…
KÍ, Víkingur og NSÍ spæla altjóða heimad…
Kort yvir Laksatorgið
Føroyskt teknmálið verið góðkent í átta…
Stuðuls­fólk til 19 ára gamlan drong
EKKÓ í Varpinum
Blákollan letur stuðul til Team Rynkeby
Tøkk - Sam Adolf Bjartalíð
Klaksvíkar kommuna hevur fingið nýggjan…
Nýggi graslíkisvøllu­rin verður tikin í n…
HARALDSEN diskar á Summar Festivalinum
Skamnesty International
Fyrsti kúlulaksu­rin longu fingin
Hallur væntar at spæla í Finnlandi
Air France-KLM fer eftir meiriluta­num í…
Team Klaksvík hevur sett nýggjan høvuðsv…