Lýsing
Lýsing
Lýsing

Listaframsýning

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  20.06.2025 - 10:55 Mentan Tíðindi

22. juni kl. 16 letur framsýning upp í Gallarí Á Stongunum við nýggjum listaverkum hjá Nicolás Vera-Ortiz, Annu Mohr, Ellinor Mercedis og Jørgin Olsen.

 

Fýra listafólk, fýra sjónarhorn, eitt felagsrúm, har hugflog og skapandi litir seta dágsskránna.

 

Fernisering verður sunnudagin 22. juni kl. 16.

Steintór Rasmussen undirheldur við sangi og tónleiki og sigur nøkur orð.

Ábit verður. Øll eru hjartaliga vælkomin.

 

Framsýningin er opin hesar tíðir:

  • 22. juni, kl. 16-20
  • 23. til 27. juni, kl. 16-18
  • 28. og 29. juni, kl. 14-18

 

Listafólkini:

 

Nicolás Vera-Ortiz

Nicolás Vera-Ortiz er 37 ára gamal myndamaður úr Buenos Aires, Argentina og býr í Barcelona. Hann hevur starvast leingi sum myndamaður og tekur sær harumframt av sosialu miðlunum hjá Atlantic Airways og Atlantic Airways Aviation Academy. Honum dámar serliga væl myndir úr luftini og náttarmyndir, eitt nú norðlýsið. Nicolás hevur vitjað meira enn 80 lond, og Føroyar, sum hava eitt serligt stað í hansara hjarta, hevur hann vitjað nærum 30 ferðir. Hetta er fyrstu ferð Nicolás sýnir fram myndir sínar í Føroyum.

 

Anna Mohr

Sum 14 ára gomul var Anna Mohr við á síni fyrstu framsýning, og síðani tá hevur hon verið við í alskyns framsýningum. At skapa og seta litir saman hevur altíð havt hennara áhuga, og í tilgongdini kann hon gloyma bæði tíð og stað. Málningarnir hjá Annu eru ofta ljósir og “stillir.” Føroyska landslagið og mjørkin hugtaka hana og eyðkenna hennara málningar.

 

Ellinor Mercedis

Ellinor Mercedis er uppvaksin og búsitandi í Klaksvík. Í sínum sermerkta listarliga stíli málar Ellinor sluppir – eitt motiv, sum hevur fylgt henni í nógv ár. Listaverk hennara eru ríkað við livandi litum, og bakgrundirnar eru ofta fjøll. Litavalini eru ikki tilvildarlig – tey eru úttrykk fyri innaru upplivingar, og hvør slupp sigur sína søgu. Ellinor hevur áður havt bæði solo- og felagsframsýningar.

 

Jørgin Olsen

Jørgin Olsen er uppvaksin í Fuglafirði og býr í Runavík. Hann teknaði nógv sum smádrongur og byrjaði at mála í ár 2000. Síðani tá hevur Jørgin verið við á nógvum framsýningum. Ofta málar hann neyst, menniskju, bátar og ymiskt ljós. Íblásturin til tað er sprottin úr tonkum í bókini Fiskimannakonur. Fleiri av málningunum hesa ferð hava hesi tema. Eisini málar hann naturalistiskar og eitt sindur abstraktar landslagsmyndir.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Veðrið um vikuskiftið
07 Vestur leigar frá KÍ
Føroyska politiska mentanin leggur ikki…
Listaframsýning
Martin Venned vitjar Nøglina í dag
Klakkur landa og skift fólk
Sólvit: Framsókn breyt avtaluna
Fimm nýggir kavarar
Fýra næmingar fingu handað prógv
Blákollubørn samla pening inn til Team R…
Gilli: Føroyskir fótbóltsleikarar eru fo…
Sólvit: Forlíksmentanin manglar í føroys…
Barnaporno og kynslig missnýtslan av bør…
Eysturoya­tunnilin stongdur í løtuni
Evnaríka Anna Lovisa verður við á SF25
Gilli vitjar Norðlýsið
U21 Beinleiðis: Sí Føroyar móti Íslandi…
Thorvald, Filip, Vuk og hinir ímóti Eyst…
Nýtt útoyggjaálit handað lands­stýrismann…
Tað er gott at vera í Stjørnuni