Lýsing
Lýsing
Lýsing

Barnaporno og kynslig missnýtslan av børnum er ein vaksandi trupulleiki í Føroyum!

SKRIVAÐ: Steffan Klein Poulsen  |  19.06.2025 - 16:02 Politikkur Tíðindaskriv

Tølini á myndini eru frá nýggjastu hagtals-frágreiðingini hjá Føroya Politi fyri 2024. Tað er syrgiligt at síggja hesa gongdina og vit kunnu ikki lata standa til. Sambært Løgregluni so er tað serliga barnaporno sum er orsøkin til stóra vøksturin.

 

 

Kynslig missnýtsla av børnum er ein ræðulig gerð. Bæði um tað verður gjørt í tí dulda ella lagt út á internetið. Samstundis hoyra vit at brotsmenninir, sum missnýta børn á hendan hátt, fáa ein sera linan dóm. Sum Løgtingsmaður vil eg gera mítt fyri at revsingin stendur í mát við hesar óndu gerðir ímóti óskyldigum børnum.

Í samband við sakir um barnaporno er vert at skoyta uppí, at revsingin sum brotsmenninir fáa, oftani er styttri enn ta tíð tað tekur hjá føroyskum politistum at hyggja barnapornografiska tilfarið ígjøgnum! Og tað er ikki tespiligt tilfar at skula fara ígjøgnum...

Eg vil eisini tryggja mær at Føroya Politi hevur tey neyðugu amboðini til at finna fram til brotsmenninar. Tøknin mennist við rúkandi ferð, sum ger tað lættari hjá brotsmonnum at fjala barnaporno, um Føroya Politi ikki fær dagførdar heimildir og dagførd amboð til uppgávuna.

Samstundis eru børn sera útsett fyri sjálvi at koma fram á porno og gerast bundin av hesum. Hetta gevur teimum eina fullstendiga forkvaklaga mynd av samlívinum millum mann og konu. Harumframt blíva tey enn meira útsett fyri kynsligari missnýtslu, tí hetta verður normalisera av porno-ídnaðinum.

Foreldur hava eina stóra ábyrgd hesum viðvíkjandi, men sum Løgtingsmaður, haldi eg ikki at vit sleppa uttanum, at landsmyndugleikin ger enn meira fyri at verja børnini ímóti hesum ræðuleikum.

 

Steffan Klein Poulsen, Løgtingsmaður

Lýsing
Seinastu tíðindini
Óvæntað samanseting bleiv til rómapopp
Árligi útláns­vøkstur til vinnuna 2,6% í…
Dugir tú at vaska vembur
Linda: Eg havi 70 børn í ár
Nýggjur palllista­skúli í Klaksvík
OYL25: Vit hugsa bert um svimjing
Samrøða við Torkil Mørkøre
SSL stjórin: Royndarsiglingin gekk sera…
Magnus og Olgar áttu Víking (seinni Eldo…
Russiska fyritøkan stendur spyrjandi
Nøglin í dag kl. 15
Bankar: Fíggjarstøðan hjá vinnukundum ba…
Høganesvegu­rin verður longdur
Rottangatøming í Svínoy
Sílaverkætlanin heldur fram, og okkum tø…
Myndarøð: NSÍ-HJK - á Djúpumýru
Góður fyrri hálvleikur hjá KÍ
Her sæst KÍ dysturin
Ægir fyrra tíman og Torkil Mørkøre seinn…
Atgongumerkjaprísu­rin einaferð enn