Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Solidsport (skíggjamynd)

Góður fyrri hálvleikur hjá KÍ

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  10.07.2025 - 19:35 Ítrottur Tíðindi

KÍ vann fyrra hálvleik í Finnlandi 2-1 og nú er lagt upp til eitt brak í Klaksvík komandi hóskvøld.

KÍ spældi ein sera góðan fyrra hálvleik, og var uppiborið á odda 1-0 við máli frá Jákup B. Andreasen eftir innlegg frá Árna Frederiksberg. SJK broytti leikskipan í hálvleikinum, og tað hjálpti. KÍ lat eitt stórt økið standa uttan nakran leikara og so smekkaði SJK-leikari til við góðum skoti uttanfyri brotssteigin, og so var 1-1. KÍ hevði trupulleikar, men tað hjálpti, tá KÍ skifti leikskipan frá 5-2-3/3-4-2 til tað vanliga 4-2-3-1. Og móti endanum avgjørdi KÍ eftir hornaspark, tá Mads Boe Mikkelsen skallaði inn til Gaston Tellechea, sum skoraði sítt fyrsta mál fyri felagið.

Hagtølini kunnu brúkast til nógv og tey siga m.a., at KÍ ongan dyst hevur tapt í 2025, men tey siga eisini, at einastu ferð, tá KÍ førdi eftir fyrra dystin á útivølli, tá bleiv KÍ útsligið (RFS í 2021). Lagt er upp til eitt brak komandi hóskvøld. Talan tykist verða um tvey jøvn lið, har KÍ nú hevur ein lítlan fyrimun vegna góða úrslitið á útivølli.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Úrslitini hjá KÍ á Tórsvølli eru góð
Brúka sendistovuna í Tel Aviv meira, Ing…
Stewart Brothers í Gamla Seglhúsinum
SF: Fólk skulu kenna seg aftur í sangunu…
Jákup Eli Østerø talar í Betesda sunnukv…
Her ber til at keypa atgongumerki til st…
Fyri líttlari løtu síðani vunnu Osla og…
Seldu alt eftir einum tíma
Feskur fiskur fæst í Neystinum
Høgni frálíkt úrslit
Semja gjørd um Vørn–sáttmálan
Radnicki-sigurin í topp 3 hjá KÍ
Andru við JP: “Tann føroyski búskapu­rin…
Andru við JP: “Tann føroyski búskapu­rin…
KÍ hevur vunnið átta milliónir higartil…
Uni Holm Johannesen: Innkeypskurvin
Guðstænasta og konsert í gjónni við Gjóg…
Ferðamanna­skip á Klaksvík
Hetta segði hann ikki av sær sjálvum
Video: Hetta er byrjanin til nakað nýtt