Lýsing
Lýsing
Lýsing

Óvæntað samanseting bleiv til rómapopp

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  12.07.2025 - 10:00 Tíðindaskriv

 

Marius DC, Dania O. Tausen
Sig mær (Baby eg vil vita tað heila)
Útgivið 11. juli 2025 umvegis Plátufelagið Tutl
At lata seg vera kendan av øðrum
Marius DC og Dania O. Tausen hava eina erliga samrøðu á nýggja staklagnum, Sig mær (baby, eg vil vita tað heila)

Marius leggur út við longslinum eftir ráari erligheit og djúpum sambandi. Einari innbjóðing at deila alt frá pínu til dreymar. Men Dania kemur við eini kontrakenslu: Hon vil taka tað seint. Óttin fyri tí ókenda, at binda seg og blíva vaksin, ger at hon vil taka tað róligt og ikki skunda sær at opna seg, hóast hon veit at summi ting kunnu ikki stýrast og henda hóast hon vil tað ella ikki. Saman vísa tey á vakurleikan, men eisini trupulleikan, við veruliga at kenna og lata seg vera kendan av øðrum.

Tónleikaliga hava listafólkini valt at leggja seg eftir 80ara ljóðinum við rungandi tammum, klokkuspæli, saksofonspæli frá Justin James og smørutum gittar og synth akkordum.

Marius sum vit best kenna sum rappara, vísir sínar eginleikar at syngja kensluborið við vøkrum harmonium, meðan Dania sum vit kenna fyri sína ráu og vøkru rødd, bjóðar 80ara ljóðinum av við at syngja allan sangin við autotune á røddini.

"Sig mær (baby, eg vil vita tað heila" fer út til tín, sum ivast um tú skalt tora at opna teg, men eisini tín, sum hevur ein longsul eftir at tann tær dámar skal tora at opna seg fyri tær. Sangurin fer út til kensluliga summarið og kompleksu støðuna av at royna ella vera noyddur blíva vaksin.

"Vit gleða okkum at framføra sangin fyri tykkum á G! 2025", siga Marius DC og Dania O. Tausen.

Lurta eftir sanginum her.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Úrslitini hjá KÍ á Tórsvølli eru góð
Brúka sendistovuna í Tel Aviv meira, Ing…
Stewart Brothers í Gamla Seglhúsinum
SF: Fólk skulu kenna seg aftur í sangunu…
Jákup Eli Østerø talar í Betesda sunnukv…
Her ber til at keypa atgongumerki til st…
Fyri líttlari løtu síðani vunnu Osla og…
Seldu alt eftir einum tíma
Feskur fiskur fæst í Neystinum
Høgni frálíkt úrslit
Semja gjørd um Vørn–sáttmálan
Radnicki-sigurin í topp 3 hjá KÍ
Andru við JP: “Tann føroyski búskapu­rin…
Andru við JP: “Tann føroyski búskapu­rin…
KÍ hevur vunnið átta milliónir higartil…
Uni Holm Johannesen: Innkeypskurvin
Guðstænasta og konsert í gjónni við Gjóg…
Ferðamanna­skip á Klaksvík
Hetta segði hann ikki av sær sjálvum
Video: Hetta er byrjanin til nakað nýtt