Lýsing
Lýsing
Lýsing

Magnus og Olgar áttu Víking (seinni Eldordo) í nógv ár

SKRIVAÐ: Jákup Andreasen  |  11.07.2025 - 14:17 Tíðindi Vinna

Myndirnar eru av Víkingi, sum var gamli Váðaklettur, og sum varð smíðaður á Stórubeding til reiðaríið hjá Kjølbro í 1946. Í 1963 varð báturin seldur til Oyndarfjarðar, har Majnhard Berg og aðrir keyptu hann. Hann skifti eisini eigarar eftir tað, men í 1977 kom báturin aftur til Klaksvíkar, tá brøðurnir Olgar og Magnus Andreasen keyptu hann av Skálafjørðinum og góvu honum navnið Víkingur.

 

 

Tann stóra myndin er tikin í 1977, tá báturin júst er afturkomin á vágna og hevur lagt at við Stengarbrúgvarnar. Aftanfyri hann sæst deksbáturin Nestangi hjá pápa og gamla Ternan og Barsskor. Á hinum báðum myndunum stendur Magnus ávikavist í stýrhúsinum og við rennuna og setir.

 

Í 1981 fekk báturin navnið Eldorado, sum hann hevði restina av livitíðini. Hann varð brúktur bæði til snelluveiðu, til vanligan útróður, men teir royndu eisini við kalva- og hemaralínu.

Tá teir royndu við hemaralínu eystur úr Fugloynni í 1991, fór báturin at leka illa. Har var onki at gera uttan at fara í gummibátin. Tjaldrið var statt tætt hjá, og tók menninar upp. Teir royndu tó at fara umborð aftur á Eldorado, men tá var so nógvur sjógvur í bátinum, at har gjørdist onki.

Magnus Andreasen lænti mær myndirnar.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hamradun spælir á Summar Festivalinum
Eftir dygga mótstøðu frá ÍF vann Mjølnir…
Hetta sigur Jóannes Bjartalíð um sína fr…
Kvotan í botn – veiðigjaldið í topp
Team Klaksvík vann fyrsta stigið
Mjølnir spælir toppdyst kl. 16
Veðrið í vikuni
Salamiferðin hjá Trump - nú Europa er bl…
Portørar­nir frá KS vitja 4. flokk
Fiasko úr enda í annan
Fiasko úr enda í annan
Viðareiðis­tunnilin letur upp aftur í dag…
Ljós í myrkri
Jóla luksus loppir í Badminton­høllini
Starvs­venjing á Veðurstovuni
Nývaldu kirkju­ráð­ini virkin
Christopher á Tórsfest 2026
Vikuskráin frá Norðoya Kunningar­stovu
Latið pensjónistar­nar hava frið         …
Undirhúsið fekk klokku