Lýsing
Lýsing
Lýsing
Teistin við bryggju | Mynd: Jóhann Lützen

SSL stjórin: Royndarsiglingin gekk sera væl

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  11.07.2025 - 15:24 Tíðindi

Teistin byrjar eftir ætlan á Kalsoyarleiðini, tá rampan á Syðradali er liðug um hálvan august, sigur Niels Juel Arge stjóri á Strandfaraskip Landsins

 

Klaksvíksmegin er ætlanin, at Teistin brúkar langu kei átta vikur, inntil ein umbygging av rampuni í Klaksvík er liðug. Talan er um at flyta rampuna ein metur úteftir og at taka burtur av verandi stólpa, upplýsir Niels Juel

Sam verður eftir hetta eyka-, avloysara-, farma- og útleiguskip og skal eftir ætlan setast í enn betur stand. T.d kann manningarøkið flytast fram í fremru salong, og hyggjast skal eisini upp á, um motorarnir kunnu fáast at larma minni ella møguliga skifta teir út. Sam er nokk besta farmaskip at brúka ímillum føroysku oyggjarnar, sigur Niels Juel. 

Mikudagin royndi Teistin atløgubryggjuna vestarumegin. 

- Royndarsiglingin hendan dagin gekk sera væl, og við nøkrum boyum niðurvið keiini passar atløgan sum fótur í hosu, sigur Niels Juel at enda við Norðlýsið

Lýsing
Seinastu tíðindini
Úrslitini hjá KÍ á Tórsvølli eru góð
Brúka sendistovuna í Tel Aviv meira, Ing…
Stewart Brothers í Gamla Seglhúsinum
SF: Fólk skulu kenna seg aftur í sangunu…
Jákup Eli Østerø talar í Betesda sunnukv…
Her ber til at keypa atgongumerki til st…
Fyri líttlari løtu síðani vunnu Osla og…
Seldu alt eftir einum tíma
Feskur fiskur fæst í Neystinum
Høgni frálíkt úrslit
Semja gjørd um Vørn–sáttmálan
Radnicki-sigurin í topp 3 hjá KÍ
Andru við JP: “Tann føroyski búskapu­rin…
Andru við JP: “Tann føroyski búskapu­rin…
KÍ hevur vunnið átta milliónir higartil…
Uni Holm Johannesen: Innkeypskurvin
Guðstænasta og konsert í gjónni við Gjóg…
Ferðamanna­skip á Klaksvík
Hetta segði hann ikki av sær sjálvum
Video: Hetta er byrjanin til nakað nýtt