Lýsing
Lýsing
Lýsing

Prógvhandan á Tøknibreytini

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  25.06.2025 - 15:24 Mentan Myndarøð Tíðindi

Í dag hevur prógvhandan verið úti í Grøv fyri teknisku studentunum á TSK og hava nógv verið og hátíðarhildið nýfloygdu pisurnar á Tøknibreytini.

 

Klaksvíkar Hornorkestur spældi nøkur løg, og Rannvá Isaksen, HR- og HTU leiðari og marknaðarsamskipari á KSS og fyrrverandi næmingur á Tøknibreytini, helt røðu. Næmingarøðurnar hesaferð vórðu hildnar av Tummas á Lakjuni og Pól Sundskarð.

Síðani var boðið til kaffi, køkur og suppu á TSK, har heiðursprógv vórðu givin fyri ávikavist “besta prógv” og “hjálpsamasti næmingur”.

Jónas Rógvason fekk handað heiðursprógv fyri besta prógvið á Tøknibreytini, við einum avbera flottum miðaltali upp á 11,6.
Heiðurin sum hjálpsamasti næmingur fekk Pól Sundskarð, sum øll trý árini altíð hevur verið til reiðar at hjálpt til á nógvum ymiskum økjum.

Vit ynskja teimum báðum og øllum hinum pisunum á Tøknibreytini hjartaliga til lukku við próvnum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Súnhild Langgaard er borgari nr. 1600 í…
Ein fotosafaritúrur um Mykines (Seinni p…
Ein fotosafaritúrur um Mykines (1. partu…
Umfatandi eftirlits­kann­ingar av línuskip…
10. ferð at KÍ kemur víðari í altjóða fó…
Samrøða við Hallur Joensen
Video: KÍ 2 - 0 SJK Seinäjoki
Gongur væl við KG
Norðborg á Norð­havnina
Borgar­stjó­rin heilsaði upp á gullvinnara…
Tollstríðið órógvar handilin
Lions stuðlar Sinnisbata
Lívsleiðis Hendingar
Bogi Bech Jensen: Sloyfa málið um 100% g…
Finalur­nar í einmansleiki klokkan 10
Klaksvíksdamur í finaluni í dag
Myndarøð: KÍ vann samanlagt 4-1 á SJK
KÍ kom aftur í ár víðari eftir sannføran…
Samuel Chukwudi takkargávu úr Klaksvík
Føroyskir viðmerkjarar til NSÍ dystin