Lýsing
Lýsing
Lýsing

TSK: Lærari til Timburdeildina

SKRIVAÐ: Tekniski Skúlin í Klaksvík  |  25.06.2025 - 15:48 Tíðindi Vinna

Deildin sóknast eftir lærara  at undirvísa húsasmiðjulærlingum í yrkislærugreinum frá 13.august til 26.juni 2026.

 

Førleiki: Lærarin skal hava yrkisútbúgving sum húsasmiður við í minsta lagi 5 ára viðkomandi og tíðarhóskandi vinnulívsroyndum ella hava hægri viðkomandi útbúgving, umframt vanliga í minsta lagi 5 ára viðkomandi og tíðarhóskandi vinnulívsroyndir. Undirvísingarførleikin er ásettur í  kunngerð nr. 25 frá 6. mars 2001 um undirvísingarførleika á yrkisskúlum.

 

Av tær vænta vit, at tú: Hevur kunnleika til og nýtslu av KT. Ert eldhugaður, opin og jaligur. Brennur fyri støðugari persónligari menning. Hevur góð evni at samskifta munliga og skrivliga. Samstarvssinnaður og trívist væl millum ung/næmingar og starvsfólk.

 

Starvið: Umfatar undirvísing av lærlingum í timburyrkinum og luttøku í toymisarbeiði.

 

Setanartreytir: Starvið er lønt eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Tekniska Lærarafelag. Umsøkjarar uttan undirvísingarroyndir verða teknaðir til námsfrøðiligt innleiðsluskeið í Tórshavn frá 5.- 8.august.

 

Umsókn: skal sendast skúlastjóranum á teldupost adressuna runih@tsk.fo, í seinasta lagi 10.juli 2025.

Undirvísingin byrjar 13.august 2024.

Eru spurningar um starvið, ber til at venda sær til deildarleiðarin, Sjúrður Sólstein, sjurdurs@tsk.fo

 

Tekniski Skúlin í Klaksvík

Lýsing
Seinastu tíðindini
Súnhild Langgaard er borgari nr. 1600 í…
Ein fotosafaritúrur um Mykines (Seinni p…
Ein fotosafaritúrur um Mykines (1. partu…
Umfatandi eftirlits­kann­ingar av línuskip…
10. ferð at KÍ kemur víðari í altjóða fó…
Samrøða við Hallur Joensen
Video: KÍ 2 - 0 SJK Seinäjoki
Gongur væl við KG
Norðborg á Norð­havnina
Borgar­stjó­rin heilsaði upp á gullvinnara…
Tollstríðið órógvar handilin
Lions stuðlar Sinnisbata
Lívsleiðis Hendingar
Bogi Bech Jensen: Sloyfa málið um 100% g…
Finalur­nar í einmansleiki klokkan 10
Klaksvíksdamur í finaluni í dag
Myndarøð: KÍ vann samanlagt 4-1 á SJK
KÍ kom aftur í ár víðari eftir sannføran…
Samuel Chukwudi takkargávu úr Klaksvík
Føroyskir viðmerkjarar til NSÍ dystin