Eyðstein: Gongur strúkandi at fyrireika Sjómannadagin ’25
Eyðstein Poulsen, ein av fyriskiparunum av Føroya Sjómannadegi, var í sendingini ”Komið øll við” á Norðlýsinum týsdagin 24. juni. Hann greiðir her frá tiltakinum, hvussu tað byrjaði, hvussu tað er nú, eins og hugleitt verður um, hvussu fiskivinnan er broytt hesi tjúgu árini, síðani Sjómannadagurin byrjaði. Eyðstein er í nevndini saman við Jógvani Skorheim, Rannvá Isaksen, Jóhann Lützen og Ivani Isaksen.
Eyðstein Poulsen sigur, at fyrireikingarnar ganga væl, men at tíðin flýgur. Sjálvur byrjaði hann at fyrireika seg mentalt longu dagin eftir sjómannadagin í 2024, men nú fara fyrireikingarnar av álvara í gongd.
Um tiltakið Føroya Sjómannadag sigur Eyðstein, at fólk eru vorðin rættiliga góð við tiltakið. Nógv fólk hjálpa til við tí praktiska, umframt sjálvsagt at fyrireikingarnar snúgva seg um at finna fígging, men tann partin er Eyðstein optimistiskur um, hóast talan er um eitt kostnaðarmikið tiltak, sum ikki minst er ókeypis fyri gestirnar. Tí vinnulívið vil fegið vera við til at stuðla Sjómannadegnum, vísir tað seg. Eyðstein endurtekur, at talan er um eitt ókeypis tiltak, og leggur afturat, at tiltakið eisini er rúsfrítt. Tað eru ikki nógv onnur stór summartiltøk, sum eru tað.
Til fyrsta sjómannadagin í 2005 var tað Bjørn Kalsø, sum setti dagin. Byrjað var á Stongunum við kørum á kaiini, og Stangabrúgvin uddi í fólki fyrsta sjómannadagin. Men fyrireikingarnar eru stór sæð tær somu – tað er tann fíggjarligi parturin, tann praktiski parturin, og so eru tað kappingarnar á degnum. Tær kunnu vera eitt sindur ymiskar ár um ár.
Eitt annað á fyrsta sjómannadegnum, sum ikki er longur, var stóri uttanduramorgunmaturin. Í dag er tað heilt stóra trekkplástrið fiskur & chips. Uttan at taka dagar ímillum, hvat var betri, so er ein annar munur, at tá í 2005 kundi man keypa sær mat gjøgnum dagin, hóast morgunmaturin var ókeypis. Nú er allur maturin eisini ókeypis, og Sjómannadagurin er næstan vorðin ein mat-festivalur, har reiðaríini og alifyritøkur bjóða mat.
Stórar broytingar kring fiskivinnuna síðani 2005
Komið varð inn á, at vit í dag ikki síggja nógvar ongar dreingir egna, tó at tað framvegis ikki trýtur við at fáa luttakarar til egnikappingina. Eisini er tað hugfarsligt uppá tann minni góða mátan at síggja, hvussu nógv fríholt koma til sjóndar millum bátarnar. Hetta er tí at munandi færri bátar eru í dag. Í gomlum døgum lógu bátarnir uttan á hvørjum øðrum, minnist Eyðstein.
Hóast hetta er sjálvt tiltakið Sjómannadagur bara vaksið gjøgnum árini. Fyrsta árið var tað bara ein dag – harav navnið Sjómannadagur – meðan tað við tíðini er vaksið til eina heila viku við døgum, sum hava eitt hæddarpunkt, til dømis Fiskivinnutingið mikudag, fiskikapping hósdag, vatnkríggj fríggjadag og so er stóri dagurin leygardag.
Brimil til klassingar, Jákup Sverri á Sjómannadag
Brimil var við til sjómannadagin í fjør, men í ár skal hann til 20-ára-klassingar á beding. Tað hóskar heldur illa, men eitt danskt sjóverjuskip kemur á Sjómannadagin, hóast tey hava verið rættiliga upptikin í Grønlandi seinastu tíðina. Eisini hevur Eyðstein verið í samskifti við Havstovuna um at fáa Jákup Sverra til Klaksvíkar á Sjómannadag, og tey hava játtað at koma. Áður hevur Magnus Heinason verið á Sjómannadegnum umleið 2009/2010, og tá var framsýningin umborð eitt av teimum stóru trekkplástrunum.
Í 2005 var annars ein kavbátur á Sjómannadegnum, og hildið varð fyri, at tað átti at borið til at fingið ein amerikanskan kavbát, nú teir eru so vanligir gestir í føroyskum farvatni. Men tað skulu gestirnir kortini ikki rokna við í ár.
Nýhugsan skal til, men kappingarnar eru komnar fyri at vera
Tað kann vera, at onkur heldur tað vera eitt sindur ”ræst” við kappingunum á Sjómannadegnum, men fyri onnur er tað stuttligt undirhald. Av nýggjum tingum royndi Sjómannadagurin seg við einum barnalandi í fjør, og tað er hendan balansugongdin millum nýtt og siðbundið, sum Sjómannadagurin altíð roynir at finna.
Fyrsta Sjómannadagin var ”dans på brygga”, men tað er slept. Eyðstein sigur, at orsøkin er at finna í, at tað stendur í viðtøkunum, at Sjómannadagurin er eitt rúsfrítt tiltak. Gjørligt er fyri onnur fólk at skipa fyri Dans på brygga á Sjómannadegnum, men fyriskipararnir sjálvir taka sær ikki av tí. Leygardagurin á Sjómannadegnum er longu drúgvur, og fólk eru ofta mettað av tiltøkum, tá kvøldið kemur, so áhugin hevur ikki verið so stórur.
Vatnkríggið og trygd
Eyðstein sigur, at Sjómannadagurin hevur samstarv við bæði Bjargingarfelagið, Klaksvíkar Sjúkrahús og Sløkkiliðið, og tey eru í samskifti um trygdina. Fyri mongum árum síðani, tá ið vanligt var at kasta fløskupostar á Sjómannadegnum, so kom tað eina ferð fyri, at ein drongur datt í havið. Eftir tað er eisini vatnkríggið betur skipað, har øll skipini sigla sama veg runt á Vágni. Eyðstein er sjálvur trygdarovasti.
Neyvar avtalur eru gjørdar um, hvussu samskift verður, eitt nú hvat signal merkir, at øll skulu leggja stilt. Sjúkrahúsið hevur portørar og ambulansa á kaiini, og kavarar eru eisini hjástaddir. Ongin sleppur umborð á bátarnar ella skipini, sum ikki er í bjargingarvesti.
Eyðstein endaði samrøðuna við at bjóða øllum hjartaliga vælkomnum á Sjómannadagin 2025.