Lýsing
Lýsing
Lýsing
Peter Skov-Jakobsen, biskupur í Keypmannahavn, Jógvan Fríðriksson, biskupur og konan, Maria Eiriksdóttir | Mynd: Dávur Winther

45 norðurlendskir biskupar á vitjan í Klaksvík

SKRIVAÐ: Tekst & Myndir: Dávur Winther  |  26.06.2025 - 20:14 Mentan Myndarøð Tíðindi

Alla hesa vikuna hava 45 norðurlendskir biskupar umframt makar teirra verið í Føroyum, á Nordic Bishops Conference, sum verður hildin triðja hvørt ár.

Tað eru heili 30 ár síðani, henda ráðstevnan var í Føroyum. Fyri 30 árum síðani, varð Gøtu kirkja vígd, og vóru allur biskupahópurin tá eisini við til hesa vígsluna.

Temaið ella yvirskriftin á ráðstevnuni hesaferð hevur verið: Kirkjan í ótryggum tíðum. Tað hava verið fundir og upplegg um hetta í tveir dagar, har m.a. Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, Andrias Sølvará, professari, Jákup Reinert Hansen, PhD og lektari í kirkjusøgu, Jóannes Purkhus, sóknarprestur Eystan Múla hava havt ymsar framløgur og hugleiðingar.

Tey hava fundast týsdag og mikudag. Í dag hava tey verið á vitjan í gomlu og nýggju Gøtu kirkju. Eisini vóru tey í Christianskirkjuni, har Edward Fuglø greiddi frá meistaraverkinum í kirkjukjallaranum, Jesus úr Nasaret.

Síðani lá leiðin inn í Varpið, har tey hoyrdu sang frá Biritu Adelu Davidsen, sopran, sum sang sálmar, meðan mannleysa Steinway Spirio spældi undir.

Sangurin hugtók sjálvandi, men at eitt flygil við egnum ”Spiro” kundi spæla so hegnisliga, undraði tey. Hetta vildu biskuparnir hoyra nærri um og eisini royna.

Tá rann mær í hug næsta ørindi í sálminum, Upp alt, ið Harrin hevur gjørt:

Og gingu bispar fram á rað

og vístu megi mesta,

teir megnaðu ei minsta blað

á notulegg at festa

Høvið beyðst at heilsa uppá erkabiskupin við Nidarós dómkirkju, Olav Tveit. Ein hóligur og fyrikomandi maður. Greiddi honum frá, at Klaksvík og Trøndheim eru vinarbýir, og at í tí sambandi hevði eg verið í Trøndheimi nakrar ferðir – eisini í 1997, tá ið Nidarós dómkirkja hevði 1000 ára hátíðarhald.

Gestirnir fingu ein góðan kaffimunn og køkur frá Mariettu, sum teimum hugaðu væl og prátið gekk óføra væl. Tað var rættiliga ymiskt, hvussu teirra klædnaeyðkenni vóru, nú tey sum so ikki vóru til arbeiðis. Onkur hevði týðiligan kross ella bara ketu og so serliga hálskraga. Ein teirra var tó meira avslappað, hon hevði eina T-skjúrtu við ”Biskop” setta á aftan og frammanfyri.

Jú, hetta vóru hugalig og fyrikomandi fólk at hitta, áðrenn leiðin lá norður til Viðareiðis kirkju, har Jógvan Fríðriksmørk, biskupur rættiliga kendi seg heima og gleddi seg til vitjanina.

Lýsing
Seinastu tíðindini
U21: Føroyar í HM hálvfinaluni
Nú verður dagstovnur bygdur – vit vilja…
45 norð­urlendskir biskupar á vitjan í Kl…
KÍ stendur spyrjandi
Julian rann 5 km við tíðini 14:52
Visit Faroe Islands punktum fo
- Tit súkkla fyri teimum, sum framvegis…
Ókeypis Voxbotn Nósaland verður ársins s…
Starvs­fólka­bygningu­rin á Klaksvíkar Sjúk…
Yvirskotið til Bláu Bylgju
Rynkurnar farnar úr Klaksvík
Snallabjalla inn í KÍ høllina
Bernharður Wilkinson takkar fyri seg sum…
Reydligur sjógvur kring oyggjarnar
Felagið fyri kirkju­ráð­slimir fingið búme…
Borgar­stjó­rin svarar spurningum
Eyðstein: Gongur strúkandi at fyrireika…
TSK: Lærari til Timburdeildina
Prógvhandan á Tøknibreyt­ini
Søguligur dagur í NATO verjusamgonguni