Lýsing
Lýsing
Lýsing

Laila & Malan á Summar Festivalin

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  27.06.2025 - 07:18 Mentan Tíðindi

Sterku songkvinnurnar framføra á landsins størsta tónleikatiltaki

 

Dugnaligu og royndu songkvinnurnar Laila Carlsen og Malan Eyðunsdóttir hava konsert á ársins Summar Festivali.

Tær hava í mong ár verið virknar í ymiskum samanhangum – í bólkum, í kóri, sum solistar og sum kórsongkvinnur – og tær eru kendar sum sterkar songkvinnur við orku og yvirskoti. Tær kunnu framføra øll hugsandi sløg av tónleiki – eitt nú lívligan rock og fangandi popp.

Á Summar Festivalinum fara tær at framføra sum duo, og aftrat sær hava tær væl spælandi tónleikarar. Tær spæla góðar og kendar sangir til stóru fjøldina, og hetta verður uppløgt høvi hjá fólki at syngja og liva við.

Summar Festivalurin verður hildin í døgunum 7. til 9. august. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Bláa Bylgjan skipar fyri upphiting
Jóannes K. Danielsen væntar ein øðrvísi…
Treysti heiðraði sínum egnu
Tey eldru bundið smáar bamsur til børnin…
39 atgongumerkir eftir
Martin Tuohy talar mikukvøldið kl. 20
Søgan um Merle Haggard (9:9)
Russland handar mótmælisskriv vegna nors…
Javnt í ólavsøkutalvdysti
Ólavsøkufrágreiðing løgmans 2025
Havnar Róðrar­felag og Klaksvíkar Róðrarf…
Virkandi borgar­stjó­rin: Mær dámar væl li…
Føroyska seyða­hundalands­liðið er úttikið…
Skonnartin Royndin fríða
Havnarbátu­rin í serflokki í FM-finaluni…
Svein Rógvi tippar Ólavsøkuróðu­rin 2025
Mjølnir sett venjarar
Religiónin og natiónin í globaliseringin…
Amerikanski kavbátu­rin USS Newport News…
Nøglin: Ólavsøkuróðurin