Svein Rógvi tippar Ólavsøkuróðurin 2025
Ólavsøkuróðurin 2025
Øll savnast til Ólavsøkuróðurin á Ólavsøku — seinasti og mest spennandi róðurin í kappróðrarárinum. Øll róðrarfeløg geva alt fyri at vísa sítt besta, og stemningurin á keiini er livandi og sterkur.
Túsundtals fólk eru savnað fyri at hyggja at róðrinum og stuðla sínum bátum. Hetta er ein dagur, har alt frá barnaróðri til 10-mannafør kappast um meistaraheitið. Rógvararnir leggja alla orku í, og kappingin er ógvuliga hørð. Tá bátarnir nærkast málinum, og súði frá áskoðarunum ljóðar er tað ikki sørt at ein gerst rørdur.
Manningarnar spenna seg út, tí hetta er hæddarpunktið í árinum. Manningarnar hava vant alt árið, og nógv stendur upp á spæl. Á sama hátt er hetta eisini dagurin, tá summi rógva sín seinasta róður saman, og tað sæst týðiliga á kenslubornu andlitunum, tá manningarnar koma á mál.
Ólavsøkuróðurin er ikki bara ein kapping – hann er tjóðarítróttur okkara, ein stórur partur av føroysku mentanini. Her møtast ættarlið, bygd og býur, og saman halda vit fast við eina siðvenju, sum hevur stóran týdning fyri tjóðina.
Barnaróður 5 mannfør gentur:
1. Broddur
2. Firvaldur
3. Svalan
Eg vil ynskja Broddi og Sumbiar Ítróttafelag hjártaliga tillukku við FM, enn eru knotir í Gomlu Stovufólkið.
Barnaróður 5 mannfør dreingir:
1. Fiskurin
2. Havørnin
3. Tekla
Vónandi eru nógvir 10-mannafars aspirantar umborð á hesum bátunum í dag.
5 mannafør gentur 14-16 ár.
1. Kollur
2. Pílur
3. Tekla
Her verður sera spennandi hvør, ið ferð avstað við FM, Kollur, Pílur ella ?
5 mannafør gentur 17-18 ár.
1. Sílið
2. Firvaldur
3. Títtlingur
Eg vil ynskja Sílinum hjártaliga tillukku við FM, sera sera flottur róður av Sílagentunum í alt ár.
5 mannafør kvinnur.
1. Kjósin
2. Fípan Fagra
3. Leikalind
Eg ynskja Kjósini hjartaliga tillukku við FM, og takk fyri ein sera spennandi róður í alt ár – sera gott róð!
6. mannafør kvinnur
Jarnbardur vinnur. Hjartaliga tillukku við 20´inda FM.
5 mannafør dreingir 14-16 ár.
1. Fipan Fagra
2. Kollur
3. Falkur
Fípan Fagra dreingi 14-16 ár, rør best, rør skótast og rør flottast,uppá tann góða gamal mátan frá byrjanini av 0´inum. Hjartaliga tillukku við FM.
5 mannafør dreingir 17-18 ár.
1. Fipan
2. Royndi Fríða
3. Drekin
Dramatikkur verður á sjónum: Fípan vinnur finaluna!
Hetta er róðurin, har alt stendur uppá spæl. Tann endaliga finalan hjá dreingjum 17–18 ár- og tað verður Fípan Fagra, sum rør seg inn í søguna við einum ótrúligum róðri!
Frá fyrsta taki verður tað spenningur í luftini. Bátarnir liggja nær hvørjum øðrum – sjógvurin skúmar undir árum og hjørtuni hamra bæði umborð og á keiini. Royndi Fríði og Drekin leggja trýst á frá byrjan, og tað sæst, at hesir dreingir geva alt, teir eiga. Men Fípan Fagra heldur fast – í dag skulu teir prógva, at tað er teirra FM!
Seinastu 100 metrarnar er tað reint adrenalinsjokk. Fólk rópa, standa upp, halda ondini – og so kemur tað: Fípan strekkir seg framum, og við einum kraftmiklum og taktiskum endaspurtiseta teir seg á fyrsta pláss!
Fípan Fagra – Føroyameistarar 2025!
6 mannafør menn.
1. Sundabáturin
2. Strálan
3. Norðstovudanjal
Hjartaliga tilllukku við FM Sundabáturin, í ár høvdu hinir bara ongan kjans!
8 mannafør
1. Ørvur
2. Argjabáturin
3. Knørrur/Risin
Ørvur – grønskollingar, dukkufretar og nú føroyameistarar!
Grønskollingar? Ja, kanska tá sesongin byrjaði.
Dukkufretar? Jú, onkur helt so.
Spagetti armar? Ikki meiri.
Men í dag? Í dag eitur tað: Føroyameistarar 2025!
Ørvur brakar fram við mállinjuna og sigur: "Takk fyri – vit taka bæði sigurin og heiðurin!"
Argjabáturin og Knørrur/Risin geva alt – men Ørvur sigur bara:
"Við instangri, sang og sjarmu– hetta er okkara dagur!"
Og kanska eitt av loyniligum eginleikum teirra er? Teir hava havt ein venjara, sum er akkurat líka undarligur, forkertur og fantastiskur – ein ordans humøristi, sum hevur sett dám á venjingar og róður. Kanska var tað júst hetta, sum gav teimum taðmegið, ið skuldi til fyri at vinna.
Teir rógva ikki bara – teir sigla beint inn í søgubøkurnar, og kanska eisini beinleiðis til grill og ball seinni í kvøld
Tillukku Ørvur – tit eru ikki bara menn. Tit eru MEISTARAR! Nú má tað verða 1. Deild næsta ár
------------------------------------------------------------------------------------------------------
FM-stríðið 2025: Klaksvík móti Havnini – Ólavsøka verður eitt KAPRÓÐRARSHOW!
Hvør vinnur Ólavsøkuna?
Her eru nakrar góðar orsøkir:
Klaksvíkingur
1. 11-FM-heiti – teir vita, hvussu tað skal gerast.
2. Royndir rógvara, sum halda høvdið kalt og raka dagin ,tá ið mest stendur á.
Havnarbáturin
1. Heimasjógv – teir kenna sjógvin væl
2. Meiri svangir og vilja vinna FM
3. Nýggjur, lættur bátur, sum kann geva teimum tekniskan fyrimun.
Møtið upp! Í dag ber til at vera partur av einum av størstu róðrunum í søguni – høvuðsstaðurin mótvegis fiskivinnuhøvuðsstaðnum! Havnin móti Klaksvík.
Spenningurin er í hæddini, og ein MET-stór áskoðarafjøld fer at fylla Molan!
Klaksvíkingur og Havnarbáturin fara at geva alt – hetta verður eitt stríð av vilja, styrki og taktikki!
Gleði tykkum til ein søguligan róður, har sigur og heiður verða vunnin við øllum, sum roynast kann!
Ólavsøka 2025 – har menn verða til MEISTARAR!
10 mannfør.
1. Havnarbáturin
2. Klaksvíkingur
3. Norðingur
Vónandi takið eg so grúðiliga feila. Koyr á Klaksviking!!!!
Góða Ólavsøku.
Heilsan Svein Rógvi Nielsen Ljósstein.