Lýsing
Lýsing
Lýsing

Skonnartin Royndin fríða

SKRIVAÐ: Óli Olsen  |  28.07.2025 - 23:28 Tíðindi

Myndin (frá Peturi Nolsø) sýnir skonnartriggaða farið, Royndina fríðu, sum havmyndamálarin, Hans Skálagarð, málaði.

 

 

Í greinastubbanum: ”Ymsar eru lagnurnar,” vóru nøkur orð søgd um Royndina fríðu og manning. Stýrimaðurin, Jógvan á Gaddi, fekk mest umrøðu. Í London fór hann aðrar vegir og endaði í Amerika, har hann búði ævina út.

Í 1808 vóru ófriðartíðir. Bretskt herskip tók Royndina fríðu úti fyri Skagen og førdi hana til Göteborg. Nólsoyar Páll og menn hansara vórðu settir umborð í bretskt fangaskip (Proselyte), sum lá í Göteborg.

Sagt hevur verið, at Royndin fríða fórst ella fekk so stóran skaða, tá ið hon varð tikin, at hon gjørdist ikki aftur. So tykist ikki vera.

Í doktararitgerð síni frá 1955: ”Kaperfart og skipsfart 1807-1814,” kom norðmaðurin, Johan N. Tønnesen, fram á Royndina fríðu. Í brævi til Páll J. Nolsøe, landsskjalavørð, í 1967 skrivar Tønnesen eitt nú soleiðis:

”Jeg har bare løselig sett gjennem Deres bok (Føroya siglingarsøgu I), men navnet på en af de skuter De omtaler, Roindin friða, brakte meg til å tænke på, at jeg i de norske arkiver hadde funnet under mitt arbeid med kaperiet 1807-1814 en færøisk galeas Roindin Freya, som i 1808 – 26/10 innkom for storm til Sandefjord med engelsk prisemannskap ombord på vej til England fra Göteborg, hvortil den var blevet oppbragt av et engelsk krigsskip.”

Í London fingu Føroyingarnir annað skip, North Star, 54 tons, fyri Royndina, sum teir høvdu mist av bretskum ávum. Úr London lá leiðin til Leith í Skotlandi at ferma korn til Føroya. Men skipið hvarv, og eingin spurdist aftur.

 

Hvør var skipari á North Star?

Vit hava vanliga hildið, at Nólsoyar Páll førdi North Star lagnuferðina. Men mundi hann nú gera tað? Neyvan.

Tá ið Páll 4. november 1808 var í rættinum (Admiralty Prize Court) í London, varð rættarfrásøgn skrivað, ið byrjar soleiðis:

”Møtti persónliga Poul Poulsen Nolsøe av Biskupsstøð á Borðoy, einari av oyggjunum í Føroyum, til fyri stuttum skipari á skonnartini Royndini fríðu, men nú superkargo á skipinum kallað North Star, sum liggur á Temsánni.”

Superkargo var farmakønur maður, ið umboðaði farmaeigara.

Í skjalinum, ”Corn Faroe Islands,” (5. november 1808), geva myndugleikarnir boð um at lata North Star við Anthony Lindsay skipara kornfarm til Føroya.

Og í Føroya siglingarsøgu I sigur Páll J. Nolsøe, at Páll umframt manning hevði bretan Arthur Lindsay við á ferðini til Føroya.

At Arthur Lindsay og Anthony Lindsay eru sami persónur – skiparin á North Star – er nógv, ið bendir á.

 

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Er Miðflokku­rin eitt problem barn?
Íshúsið opið í vikuskiftinum
KÍ veitslan byrjar kl. 19.00
Spurningu­rin frá Bárði á Steig Nielsen t…
Ikki undirtøka í samgonguni fyri styttri…
Løgmaður: – Almenn starvs­fólk og brúkara…
Reisigildi Eystan Garð
Ongin sparing í at uppsiga aðalstjórar
Soleiðis blivu frákoyrdu lands­stýrismenn…
Løgmaður um veljara­kanningina
Løgmaður: - Akademikara­felagið skal ikki…
Julian Gregersen settur sum venjari hjá…
Rampan á Syðradali: Nýggjur gelendari se…
Forsølan til Summar Festivalin er byrjað
Veðrið um vikuskiftið
Norðoya Listafelag 40 ár
JFK-Open Grand Prix 2: Úrslit og myndir
Stuðuls­tiltøk í Føroyum varpa ljós á kri…
 Livar sigur frá í Christians­kirkjuni
Milson til minnis