Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hvussu privatar íløgur kunnu loysa bústaðarneyðina

SKRIVAÐ: Hergeir Staksberg  |  18.08.2025 - 14:49 Lesarabrøv Politikkur

Hvat gera vit, tá tað almenna ikki megnar at veita tak yvir høvdið?

 

Tað almenna klárar ikki uppgávuna einsamalt – longri er tann søgan ikki. Fólkavøksturin hevur ligið væl omanfyri 500 fólk um árið síðani 2020, og Bústaðir hevur bygt uml. 600 íbúðir seinastu 14 árini.

Fíggjarliga skulu vit gera íløgur fyri nógvar milliardir: Suðuroyartunnil, Tjóðleikhús, kampus, ríkisveitingin er skerd við 100 mió árliga, laksaprísurin sær onki út og tað verður hall á 200+ mió á fíggjarlógini komandi árini. Tað er ikki bara talan um ein bústaðartrupulleika, men um eitt fíggjarligt landslag, sum ger tað ógjørligt at halda fram sum nú.

Bústaðarneyðin í Føroyum krevur nógv fleiri íbúðir og fleiri 100 tals milliónir av krónum, og tað almenna hevur hvørki fíggingina ella førleikarnar at loysa tað einsamalt. Landsgrannskoðanin hevur eisini víst á, at Bústaðir ikki er langtíðarhaldført.

Tá tað almenna hvørki hevur pengar ella haldføri, má ein nýggjur leikari sleppa framat. Vit mugu hugsa nýtt. Og ein loysn er at fáa privatar íleggjarar við. Hetta verður longu gjørt í t.d. Íslandi, Danmark og Norra við góðum úrslitum, har tað almenna og privata arbeiða saman um felags samfelagsmál.

 

Hví brúka privatar pengar?

Endamálið er, at íleggjarar seta pengar í bústaðarbygging og fáa vinning fyri tað. Hetta kallast Public-Private Partnership. Tann privati hevur áhuga í, at verkætlanin verður væl rikin og ikki er ov kostnaðarmikil, og tí verða krøv sett til at arbeiða skilagott og við minimalari risiko.

Hetta krevur greiðar almennar reglur og samtyktir, sum tryggja, at privatar íbúðir ikki eisini verða luksusíbúðir. Somuleiðis eigur tað almenna í samstarvi við privatar aktørar at áseta hámarksleigu í mun til sosialar íbúðir

Hetta tryggjar, at pengarnir ikki verða oyðslaðir vekk og brúktir uppá luksusíbúðir til okursprís.

 

Hvat gekk galið við Bústaðir?

Hetta er ikki fyrstu ferð, at almenn bústaðarbygging hevur havt trupulleikar. Bústaðir fekk ca. 600 milliónir til at byggja bústaðir til vanlig fólk. Men nógv av teimum pengunum fóru til dýrar og flottar luksusíbúðir. Nú eru pengarnir uppi, og alt verður fíggjað við láni. Úrslitið av fíggjarliga ábyrgdarloysinum er, at leigan er blivin so mikið høg, at nógv fólk, sum í veruleikanum áttu at búð har – so sum lesandi, pensjónistar, barnafamiljur og vanligar løntakarar – ikki hava ráð.

Heldur enn at loysa trupulleikan, hevur Bústaðir gjørt støðuna munandi verri. Og hava verið við til at seta ein alt ov høgan leigunorm fyri allar útleigarar, sum í síðsta enda rakar tey, sum eru ringast fyri fíggjarliga.

Seinasta serliga grova dømi er lutaíbúðirnar við Dalavegin, har tú skal gjalda 16.600 kr/mán. umframt eitt innskot á 1.47 mió fyri 95 kvm. Gev tí nøkur fá ár, so verða lutaíbúðirnar helst seldar sum eigaraíbúðir, tí hvør tímir at gjalda 16.600/mán. í leigu, hóast luturin er útgoldin?

 

Loysn: fleiri privatar, bíligari íbúðir og krav um sosiala útluting

Lat tað privata byggja, meðan Bústaðir umsitur. So fáa vit fleiri íbúðir. Og við almennum  kravi um, at t.d. triðja hvør íbúð verður sett av til tey, ið hava minst, tryggja vit eina sosialt haldføra skipan. Og ger vanligar íbúðir til vanlig fólk – ikki luksusíbúðir til tey, sum longu klára seg.

Hesi modellini verða longu brúkt bæði í Keypmannahavn og Aarhus.

 

Íbúðarstuðul – stuðul til fólk, ikki bygningar

Men tað er ikki bara spurningur um at byggja. Tað snýr seg eisini um, hvussu stuðulin verður býttur út. Í dag stuðlar tað almenna byggingini, heldur enn persóninum - eisini tá ein skipari, yvirlækni ella advokatur við góðari inntøku flytir inn í eina íbúð hjá Bústøðum. Við boligstøtte stuðlar tú heldur persóninum, sum hevur tørv á hjálp. Hetta er meira rættvíst og gevur fólki møguleikan at velja tann bústaðin, tey hava hug til, heldur enn at verða bundin til at velja Bústaðir og okurs leigu. Samstundis ger tað skipanina meir gjøgnumskygda og effektiva.

Í Danmark ger íbúðarstuðulin tað møguligt hjá fólki at búgva virðiliga, hóast inntøkan er lítil. Hann gevur tryggleika og verjir móti, at fólk detta niður í fátækradømi ella missa heimið.

 

Fløskuhálsurin: útstykkingar og grundstykkir

Tað hjálpir lítið at vilja byggja, um vit ikki hava lendi at byggja á. Ein stórur trupulleiki er, at tað almenna eigur nógva jørð uttan at brúka hana. Reglur og mannagongdir eru ov fløkjasligar , og tað gongur alt ov seint.

Sambært Hagstovuni var stórt byggivirksemi í 2007, tá Tórshavnar kommuna gjørdi 150 grundstykkir klár. Nú byggivirksemið aftur er vaksið, sær tað út til, at akkurát útstykkingar eru beinleiðis lykilin til at fáa gongd á aftur.

Og um vit veruliga meina, at fólk er okkara týdningamiklasta tilfeingi, og vit vilja fáa ung til landið, hví hava vit so ikki grundstykkir klár til hesi fólkini, tá tey koma heim? Tað eigur ikki at vera soleiðis, at fólk mugu skriva seg upp og bíða í fleiri ár. Tað átti at verið kommunan, sum bíðar eftir fólki at byggja – ikki øvugt.

Vit hava arbeiðsmegi og fígging. Vit mangla bara jørð, politiska viljan og eitt lítið vet av nýhugsan. Fleiri útstykkingar geva fleiri bústaðir, lægri prísir og lív í lokalsamfeløgum. Grundstykkir eru nemliga ikki bara jørð. Tey eru møguleikin at skapa sær eitt heim.

 

Ein rættvísari og frælsari bústaðarmarknaður

Eftirspurningurin eftir íbúðum er størri enn nakrantíð, og tann sum hevur mest, vinnur. So hvat skal til, fyri at vit fáa ein bústaðarmarknað, sum virkar fyri øll? Við at loyva fleiri – bæði privatum og almennum – at byggja, fáa vit lægri prísir, størri fjølbroytni og rættvísari úrslit. Hetta snýr seg ikki um politiska lit – men um at gera tað, sum riggar. At steðga fráflyting og økja um tilflyting. Tað snýr seg um at tryggja, at øll, uttan mun til inntøku, hava møguleikan at liva eitt virðiligt lív í egnum heimi.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hvussu privatar íløgur kunnu loysa bústa…
Fiski­vinnu­tingið verður stroymt
Seinasta paradís á jørð tilnevndur films…
Erin – fyrsta tropiska ódnin í 2025
Takið sjómanna­dagsblaðið heimvið ókeypis
Hornorkstrið spældi sálm undir Lishøvda
Standa fyri lívi 
Fiskaklettur landar góð 51.000 pund
Sjómannaguðs­tænasta í Christians­kirkjuni
Upptakt: B36-KÍ
Fyrsta 10-mannafarið til 2026 er longu m…
Mangla orkuna til 3. umfar og play-off
Fjórðu ferð at ein sigur endar við samla…
KÍ vann toppdystin
Tøkk - Fríðborg Dusina Petersen
Toppdystur í Runavík í dag
Nógvur makrelur landaður í Ánunum
Bilur farin omanav stangavegnum
Trump: Nú er tað upp til Zelenskij
ÚTSØLUENDABRESTUR -70%