Lýsing
Lýsing
Lýsing
Afturgongdin hjá løgmanni byrjaði, tá hann legði seg politiskt upp í eina arbeiðsmarknaðar-ósemju, og nú roynir løgmaður at gera politisk mál og egin vallyfti til arbeiðsmarknaðarmál, tí samgongan megnar ikki at loysa tey sjálv. | Mynd: Løgmansskrivstovan

Onki vinnaramál, men rokningar uttan vert

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  19.08.2025 - 08:30 Leiðarin Politikkur

Nú inntrykkini eftir ólavsøkurøðu løgmans hava sett seg, og orðini verða eftirmett, er niðurstøðan, at tríggir flokkar, sum ikki megna at levera, manna í dag Føroya Landsstýri. Tað er beiska, men rættvísa skotsmálið, føroyingar mugu geva sitandi samgongu. Landsstýrinum vantar førleikarnar til at umseta teori til praksis, og tí verður dómurin frá veljarunum helst harður. Uppiborið harður.

 

 

Áðrenn summarfrítíðina kom ein veljarakanning, sum gav Tjóðveldi og Framsókn orsøk til sjálvrannsakan og Javnaðarflokkinum eitt knock-out. Stutt eftir var politiskur viðmerkjari í studio og gav samgonguni og serliga Javnaðarflokkinum eitt uppskot til loysn: Neyðugt er at koma við einum vinnaramáli.

Tí sótu mong eisini spent tann 29. juli og lurtaðu eftir útvarpinum, ið varpaði løgmansrøðuna út. Kom vinnaramálið nú? Men vit fingu eitt antiklimaks, so tað forslær. Løgmaður gjørdi feilin at endurtaka vallyfti, sum hann átti at havt hildið, men sum hann ikki hevur verið førur fyri at halda. Fólk vórðu mint á, at løgmansflokkurin ikki hevur givið føroyingum styttri arbeiðsviku. At bústaðarprísirnir bara eru farnir ein veg, ið er til himmals. At frukt, breyð, mjólk v.m. framvegis eru dýr og hava fult mvg á. At Landskassin framvegis – í bestu búskaparligu tíðum – hevur risastórt undirskot. At onki er gjørt fyri at betra um haldførið. Og at ikki so mikið sum forarbeiðið til Suðuroyartunnilin er samtykt enn.

 

Taparamálini endurtikin

At samgongan ikki hevur loyst nevndu mál, hóast hon hevur meira enn ríkiligt av tíð til tað, fortelur fólki, at samgongan ikki megnar at loysa tey. Og tað minti løgmaður okkum á.

Og vit vórðu eisini mint á taparamál sum, at samgongan framvegis ætlar at hækka pensiónsaldurin, og at bústaðartrotið framvegis er risastórt. ”Loysnirnar”? Jú, í 2030 skulu vit hava so og so nógvar bústaðareindir afturat. Og í 2035 skal pensiónsaldurin hækka. Her lovar løgmaður nakað upp á nakkan á framtíðarpolitikarum, sum ikki eru valdir inn enn, og sum heldur ikki sita fyrstkomandi valskeið eftir hetta. Tað er í lagi at hava intentiónir og visiónir um ein langtíðarpolitikk, men her verður tað gjørt fyri at kompensera fyri, at man onki hevur gjørt við haldføristrupulleikan ella bústaðartrotið í hesum valskeiðnum. Tá ger man rokning uttan vert.

Undantakið er lestraríbúðir á Eirargarði, men har er talan ikki um varandi bústaðir.

Komandi politikarar kunnu jú eisini bara siga tað sama: ”Akkurát hetta valskeiðið gera vit onki við bústaðartrot ella haldføristrupulleikar, men í 2040 ella 2045, tá skulu tit síggja!”.

 

Landsstýrið er ov lítið útinnandi

Í hesum døgum hava skúlarnir júst haft fyrsta skúladag. Eisini á Heilsuskúla Føroya. Í apríl boðaði Javnaðarflokkurin annars braneggjaður frá, at nú var leyst og liðugt, og at næmingarnir har fóru at fáa løn undir útbúgving. Men nú teir fara í skúla, fáa teir framvegis bara útbúgvingarstuðul. Man proklameraði eina intentión út, vítt og breitt, men uttan at hava útint hana. Samgongan fekk eitt lyfti at ljóða sum eitt avrik, og tí gjørdust so mong fólk vónbrotin av at hoyra, at arbeitt framvegis verður við málinum. Eitt sjálvmál, sum avdúkaði, at Landsstýrið hevur ein PR-trupulleika.

Útinnandi valdið skal ikki vera ástøðiligt, tað skal seta í verk. Fyri Føroya fólki kann tað gera akkurát tað sama, um ”Landsstýrið hevur verið í samskifti við ...”, ”Vit hava havt nógvar gevandi fundir”, ”Arbeitt verður við málinum” o.s.fr. Tað er ikki áhugavert, tí Landsstýrið er nú einaferð sett í verðina til at útinna. Rapportir frá evt. fundarvirksemi og metingar av tilgongdum kunnu vera fínar til innanhýsis eftirmetingar, men telja álvaratos ikki við sum avrik.

 

Partarnir á arbeiðsmarknaðinum fáa Svartaper

Og nú vit eru við tað, so visti Jacob Eli S. Olsen, sum úttalaði seg vegna alt Fakfelagssamstarvið, onki um tað, tá løgmaður í røðuni segði um hækkandi pensiónsaldurin, at ”Í løtuni samskifta vit við fakfeløg um, hvussu skipanin kann síggja út”. Men Fakfelagssamstarvið hevur bara greitt Landsstýrinum frá, at tey ikki ynskja nakra broyting. Ongin samráðing hevur verið sambært formanninum í Lærarafelagnum.

Bólturin at stytta arbeiðsvikuna er spældur yvir til fakfeløgini, hóast vikan skuldi skipast við lóg, og tað sama er bólturin um útbúgving við løn á Heilsuskúlanum. Hægri pensjónsaldur sigur løgmaður seg eisini longu vera í dialogi við fakfeløgini um, men uttan at Fakfelagssamstarvið veit av tí.

Samanumtikið hevur Landsstýrið mist stýringina, og vil nú heldur lata partarnar á arbeiðsmarknaðinum og komandi samgongur um at útinna tað, sum hetta Landsstýrið hevur lovað, men ikki klárar at halda.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fiski­vinnu­ting um fiski­vinnu­politikk og…
Lands­sjúkra­húsið fær fjarhita
Arbeiðs- og uppihalds­loyvir til útlendsk…
Føroya Politi, Ákæruvaldið og Føroya Ræt…
Onki vinnaramál, men rokningar uttan ver…
Tjóðveldi í samleikakreppu av Russlandsp…
Tað var rætt at lýsa tænastubann
Rektarin við 262 nýggj lesandi: - Haldið…
KÍ vann 3-0 í Gundadali
Hvussu privatar íløgur kunnu loysa bústa…
Fiski­vinnu­tingið verður stroymt
Seinasta paradís á jørð tilnevndur films…
Erin – fyrsta tropiska ódnin í 2025
Takið sjómanna­dagsblaðið heimvið ókeypis
Hornorkstrið spældi sálm undir Lishøvda
Standa fyri lívi 
Fiskaklettur landar góð 51.000 pund
Sjómannaguðs­tænasta í Christians­kirkjuni
Upptakt: B36-KÍ
Fyrsta 10-mannafarið til 2026 er longu m…