Á floti sunnanfyri: ”Kalvi, krøk!”
Undirritaði, Hans Hjalti Skaale og Ásmundur Joensen bróður hava í longri tið havt ætlanir um ein túr við kalvalínu. Men tað er ikki altíð so lætt at fáa alt at fella saman við veðri, tíð og øðrum, so tað hevur drigið út.
Men nú upp undir seinasta vikuskiftið, boðaðu veðurforsagnirnar frá góðveðri og harafturat passaði væl saman við streymviðurskiftinum, so avgjørt varð at fara í neystið at egna sunnukvøldið. Mín uppgáva var fyrst og fremst at koma við agni. Góður makrelur varð fingin frá Norðborg, so var bara at egna.
Hugnaligt var í neystinum sunnukvøldið. Nógv prát um fong og líkindi. Tá hurðin í neystinum hjá Spógvanum er opin og ljós er í neystinum, detta kenningar mangan inn á gólvið. Í samáta var sunnukvøldið onki undantak, so egningarløtan var hugnalig, so skjótt gekk í hond at skera agn, leggja línuna út og fáa agn á húkarnar. Fýra kalvalínur blivu egndar. Avgjørt var síðani, at vit tríggir skuldu møta aftur í neystinum mánamorgunin klokkan 9 stundisliga.
Veðrið var eisini av tí besta mánamorgunin. Spógvin varð tungt lastaður av egndari línu, dreggjum, uppstandarum, klípum, stampum og aðrari útgerð, so tungur var hann, tá vit fóru út eftir víkini í góðveðrinum.
Men ólukkutíð,tá vit vóru komnir út ímóti Núpinum, byrjaði motorurin at gera knútar, soleiðis at vit bert fingu siglt við hálvari ferð. Tosað bleiv aftur og fram um, hvat nú var til ráða at taka.
Avgjørt, at ikki var ráðiligt at fara ov langt nú motorurin gjørdi knútar, so komnir út millum Nesjarnar um leiðina við Skálanesáirnar, varð dreggið kastað og línan sett. Línan rakk á leið út á Grynnuna á Fossinum. So var at bíða einar 6 tímar til kyrrindi vórðu aftur, so vit kastaðu við snelluni og tráðum tætt hjá boyðuni.
Fiskur var næstan sum í heintað. Veðrið av tí besta, so vit lótu okkum reka aftur og fram við streyminum og kendu mest sum allastaðni. Eftir 5-6 tíma roynd var so lagt á kalvalínuna. Tað sýntist sum línan hevði fiskað nóg leingið, tí vit fingu bert reinar húkar aftur við ongum agni, men við eitt kom róp í frá Ásmundi til Hans Hjalta, sjálvur stýrdi eg upp: “Kalvi krøk”.
Jú, vit fingu eina fitta spraggu. Nú var dagurin farin at halla, vit drógu restina av línuni, sum umframt spragguna, bert gav nakrar fáar toskar, síðani sigldu vit við hálvari ferð aftur í neystið. Tráðan og snellan góvu tilsamans 110 fiskar, vit mettu eini 300 pund, meginparturin stórur toskur og minni parturin hýsa.
Sum sagt, so loystu vit úr neystinum um 9 tíðina og vóru lidnir við at taka alt upp beint eftir midnátt. Góður fongur og ótrúliga gevandi dagur.