Rektarin við 262 nýggj lesandi: - Haldið fast í forvitninum!
Í dag er stóri innleiðsludagurin á Fróðskaparsetri Føroya, og 262 nýggj lesandi fara nú undir sínar hægri útbúgvingar
207 bachelorlesandi, 50 masterlesandi og fimm lesandi á hjánámi ella parttíðarútbúgving høvdu sín fyrsta dag í Kongshøll í morgun.
Sum siður er, vóru røður og livandi tónleikur á skránni, umframt ein rúgva av praktiskum upplýsingum og góðum ráðum, nú nýggi árgangurin skal sjósetast so trygt og væl sum gjørligt.
Í røðu síni segði Martin Tvede Zachariasen, rektari, m.a., at vitan er ein kraft, sum kann broyta samfeløg til tað betra.
- Danski astrofysikarin Anja Andersen segði fyri nøkrum árum síðani: "Viden er fandme ikke et synspunkt". Tann vitan, sum vit hava í dag, er bygd upp gjøgnum øldir og hevur ment heimin til tað betra - ikki minst, tá tað snýr seg um fólkaheilsu og vælferð. Miðallivialdurin hjá einum nýføddum barni – tvørtur um øll lond í heiminum – var bara 32 ár í 1900. Í dag er sami miðallivialdur 71 ár. Sum á mongum øðrum økjum er lærdómur og vitan grundarlagið undir tí fantastisku menningini í globalu fólkaheilsuni, segði rektarin m.a.