Lýsing
Lýsing
Lýsing

Seinasta paradís á jørð tilnevndur filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  18.08.2025 - 14:05 Mentan Tíðindi

Seinasta paradís á jørð eftir Sakaris Stórá, er tilnevndur filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins. Hetta er fyrstu ferð, at ein føroyskur filmur er tilnevndur virðislønina, ið er týdningarmiklasta virðisløn fyri norðurlendskan film yvirhøvur. 

 

Filmurin, sum hevði frumsýning á filmsstevnu í Gøteborg fyrr í ár, er framleiddur av Jón Hammer, og handritið skrivaðu Tommy Oksen og Mads Stegger, saman við Sakarisi Stórá.

“Tað er ein ómetaliga stórur heiður, at okkara filmur er tilnevndur.  Eg dugi ikki at lýsa við orðum, hvussu stóran týdning hetta hevur fyri føroyskan film. Tá vit fóru í holt við hendan filmin, settu vit okkum fyri, at hetta skuldi vera ein filmur, ið kundi kappast á jøvnum føti, við filmar úr okkara grannalondum. Hetta vísir, at vit hava megnað at skapað ein film, ið er so mikið menniskjaligur, at hann talar til hjørtuni á fólki tvørtur um málsligu mørkini, og fær hyggjarin at kenna seg heima”, sigur leikstjórin Sakaris Stórá um tilnevningina.


Marjun Niclasen, leiðari í Filmshúsinum leggur aftrat:

“Vit eru ovurhonds fegin um hesa tilnevning og kunnu ikki siga annað enn, at vit eru errin av manningini og listafólkunum handan Seinasta paradís á jørð. Tey hava ikki ligið á lætu síðuni hesi seinastu árini. Tað er nærlagni og hart arbeiðið sum hevur ført tey á mál. Við hesum kunnu vit staðfesta, at samframleiðslur við onnur lond eisini eru við at gagna menningini av føroysku filmsvinnuni”

 

Kykmyndir og Adomeit Film framleiddu við stuðli frá Det Danske Filminstitut, FilmFyn, DR - Danmarks Radio, Mentamálaráðnum, Creative Europe og Filmshúsinum.
Altjóða sølu stendur REinvent fyri.

 


Um filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins 

 

Filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins er ein árlig virðisløn, sum verður umsitin av Norðurlandaráðnum og Nordisk Film & TV Fond. Hon virðismetur listarligar, originalar spælifilmar, ið hava rót í norðurlendskari mentan, og sum vísa framúrskarandi dygd og nýskapan. Síðan byrjanina í 2002 – gjørd varandi í 2005 – hevur virðislønin lyft norðurlendska filmsgerð upp á altjóða pallin.

 

Tilnevndir filmar verða valdir av tjóðardómsnevndum úr Danmark, Finnlandi, Íslandi, Noregi og Svøríki, við møguleika fyri eyka tilnevningum úr Grønlandi, Føroyum og Álandi.

Undanfarnir vinnarar hava verið filmar eftir m.a. Lars von Trier, Thomas Vinterberg, Roy Andersson, Ruben Östlund, Per Fly og Aki Kaurismaki

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hvussu privatar íløgur kunnu loysa bústa…
Fiski­vinnu­tingið verður stroymt
Seinasta paradís á jørð tilnevndur films…
Erin – fyrsta tropiska ódnin í 2025
Takið sjómanna­dagsblaðið heimvið ókeypis
Hornorkstrið spældi sálm undir Lishøvda
Standa fyri lívi 
Fiskaklettur landar góð 51.000 pund
Sjómannaguðs­tænasta í Christians­kirkjuni
Upptakt: B36-KÍ
Fyrsta 10-mannafarið til 2026 er longu m…
Mangla orkuna til 3. umfar og play-off
Fjórðu ferð at ein sigur endar við samla…
KÍ vann toppdystin
Tøkk - Fríðborg Dusina Petersen
Toppdystur í Runavík í dag
Nógvur makrelur landaður í Ánunum
Bilur farin omanav stangavegnum
Trump: Nú er tað upp til Zelenskij
ÚTSØLUENDABRESTUR -70%