Fjórðu ferð at ein sigur endar við samlaðum tapi hjá KÍ
KÍ endaði við at tapa móti Neman eftir at hava ført 2-0 fyrra dystin. Hetta er fjórðu ferð síðani KÍ byrjaði at spæla altjóða fótbólt í hesum tíðarskeiðnum í 2017, at KÍ vinnur fyrra dystin, men tapur samlaðu uppgerðina.
Hetta hendi hesar dystir:
2021: RFS-KÍ 2-3 og KÍ-RFS 2-4 (longd leiktíð)
2023: KÍ-Molde 2-1 og Molde-KÍ 2-0 (longd leiktíð)
2024: KÍ-Banja Luka 2-1 og Banja Luka-KÍ 3-1 (longd leiktíð)
2025: KÍ-Neman 2-0 og Neman-KÍ 2-0 (brotssparkskapping)
KÍ hevur ongantíð tapt fyrra dystin og vunnið samlaðu uppgerðina.
Best at enda á heimavølli
Hagtølini hjá KÍ, tá liðið hevur havt tveir dystir hesi árini síðani 2017 vísa, at tað roynist betri, tá KÍ hevur útivøll fyrst.
Tá KÍ hevur havt heimavøll fyrst er liðið komið víðari fýra ferðir av 11 uppgerðum (36 %)
Tá KÍ hevur havt útivøll fyrst er KÍ komið víðari fimm ferðir av 10 uppgerðum (50 %).