Lýsing
Lýsing
Lýsing

Vísindaklubbur byrjar á Glasi í heyst

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  15.08.2025 - 10:16 Tíðindi

Í heyst byrjar eitt nýtt frítíðartilboð fyri børnum í 4. til 6. flokki. Eftir heystfrítíðina og eina ferð um vikuna í sjey vikur fram verður vísindaklubbur á Glasi í evnafrøði.

 

Vísindaklubbin er eitt samstarv millum Glasir og Videnskabsklubben í Danmark. Videnskabsklubben hevur nøkur ár á baki sum frítíðarítriv hjá donskum børnum.

Endamálið við vísindaklubbanum er at fremja áhuga og forstáilsi fyri náttúruvísund hjá børnum og ungum við stuttligum, samansjóðandi aktivitetum.

Vísindaklubbin er sum nevnt í fyrstu atløgu í evnafrøði. Vónin er at hava onnur náttúrufak komandi ár, t.d. alisfrøði, lívfrøði ella landafrøði.

Klubbin er fyri børn í 4. til 6. flokki, og tað er avmarkað atgongd. Pláss er fyri 12 børnum í klubbanum.

Kunning og leinki til tilmelding kemur á glasir.fo seinni í august. Videnskabsklubben stendur fyri tilmelding og samskifti um hetta.

Undirvísarar á vísindaklubbanum á Glasi verða fýra av okkara miðnámsnæmingum. Tey eru frá vinstru á myndini niðanfyri:

  • Tóri Zachariasen
  • Silja Heinesen
  • Sigvaldur Bláberg
  • Lucia Sødergren

Hesi 4 fara í næstum á skeið hjá Videnskabsklubben fyri at førleikamenna seg til at leiða vísindaklubban í evnafrøði á Glasi.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…