Elvir tíðindaflutningur Kringvarpsins til antisemitismu ?
Spell og harmiligt, at ávísir journalistar, sum nógv bendir á, fáa loyvi at máa støði undan trúvirðinum hjá einum fjølmiðli, sum helst flestu føroyingar annars eru glaðir fyri og góðir við.
Sorgarleikur av sonnum, tá Hamas 7. oktober 2023 gjørdi sniðálop á Ísrael, drap sivilfólk frá hond og tók hópin av gíslum.
Síðan tá hevur støðan í Gaza fylt nógv í miðlum kring knøttin. Eisini KVF hevur javnan borið tíðindi um støðuna í Gaza.Hesi tíðindi frá KVF tykjast mær mangan at hava verið “selektiv”, t.v.s. til fyrimunar fyri annan partin í stríðnum.Í “UM OKKUM” á heimasíðu Kringvarpsins verður m.a. sagt: “Sum miðil byggir Kringvarpið alt sítt virki á meginreglurnar um góðan fjølmiðlasið. Í arbeiðinum leggja vit okkum eftir at hava stórt trúvirði, vera óheft, hava fjølbroytni og breidd og dygd.”
Ein kann tí av røttum spyrja:
1. Hevur tíðindaflutningurin hjá KVF um støðuna í Gaza og stríðið millum Ísrael og Hamas fylgt meginregluni um góðan fjølmiðlasið?
2. Økir slíkur tíðindaflutningur um trúvirði stovnsins ?
3. Kann slíkur tíðindaflutningur metast sum óheftur?
4. Hevur slíkur tíðindaflutningur breidd og dygd ?
Svarið til hesar spurningar kann metast í ljósinum av fylgjandi:
1. Hevur tíðindadeildin hjá KVF nevnt, at stórur partur av neyðhjálpini er rænd av Hamas og tí ikki kemur vegin fram? Ein kanning hjá ST hevur staðfest, at heili 80% av neyðhjálpini, sum ST distribuerar verður rænd av Hamas. Tí hava USA og Ísrael skipað sína egnu útbering, sum Hamas so loypir á, roynir at drepa tey sum har koma og spreiðir falstíðindi um, at tað er Ísrael sum drepur tey. Um ikki hetta er nevnt av KVF, er spurningurin: HVÍ er tað ikki nevnt?
2. Hevur tíðindadeildin hjá KVF nevnt nakað um, at tá skotið verður eftir fólki, sum standa í bíðirøðum eftir at fáa neyðhjálp, er tað Hamas ið skjýtur síni egnu fyri sjálvir at fáa fatur á hesum vørum? Um ikki, hví verður hetta ikki nevnt ?
3. Í hvønn mun hevur tíðindadeildin hjá KVF umrøtt støðu gíslanna og um hví Hamas ikki vil lata hesar leysar – so kríggið fekk ein enda?
4. Hevur tíðindadeildin hjá KVF nevnt, at í samband við friðarsamráðingar, hevur Hamas sett sum treyt, at Jerusalem verður høvuðsstaður í einum í Palestinskum ríki? Um ikki, hví er hetta ikki tikið upp á tungu ?
5. Hevur tíðindadeildin hjá KVF nevnt tey mongu mótmæli Gazabúgvar hava framt sum mótmæli móti Hamas og at Hamas eirindaleyst hevur myrt fleiri, sum hava skipað fyri hesum mótmælum - og dripið mótmælisfólk í hópatali? Um ikki, hví er hetta ikki nevnt?
6. Tíðindi í KVF vóru at 600 hava sent skriv til Trump, fyri at fáa hann at leggja trýst á Ísrael. Hvat við teim arabisku leiðarunum, sum alment hava givið til kennar, at Hamas skal fara úr Gaza. Hevur tíðindadeild hjá KVF nevnt hetta? Um ikki, hví er tað ikki nevnt ?
7. Hamas hevur víst sjónband, har ísraelskur gísli er avmyndaður, tá hann verður noyddur at grava sína egnu grøv. Hevur tíðindadeild hjá KVF nevnt hetta og aðrar ræðuleikar, ið Hamas fremur ?
8. Í samband við tíðindi um dripna Al Jazeera journalistin Anas al-Sharif, loyvi eg mær at spyrja:Hevur tíðindadeildin hjá KVF nevnt nakað um sambandið hesin hevði við Hamas og hansara fagnað av m.a. skemdargerðini Hamas framdi 7. oktober 2023. Eftir øllum at døma ein sannur Hamas stuðul. Um hetta ikki er nevnt, er spurningurin: Hví ikki?
9. KVF brúkar mangan “Al Jazeera” sum keldu, tá tíðindi um Gaza verða havd á lofti? Hví verður hendan keldan nýtt, tá hugsað verður um, at júst “Al Jazeera” er ogn hjá stjórnini í Qatar og verður fíggjað av somu stjórn. Eini stjórn, sum sigst at vera dyggur Hamas stuðul ?
Fleiri dømi kundu verið nevnd, sum greitt peika á ójavnan í nevnda tíðindaflutningi. Og tí kann eg - og helst fleiri við mær - ikki koma til aðra niðurstøðu enn, at hesin tíðindaflutningur IKKI hevur fylgt meginregluni um góðan fjølmiðlasið, IKKI kann metast trúverdur, IKKI kann metast óheftur og IKKI hevur “breidd og dygd”.
Public service skyldur 24-28: Ei heldur tykist hesin tíðindaflutningur at vera í samljóði við ásetingarnar í Public service ásetingunum um skyldur stovnsins, har m.a. verður sagt um at miðla aktuelt tilfar á høgum journalistfakligum stigi :“Tíðindaflutningurin í Kringvarpi Føroya skal vera óheftur av politisku skipanini og seráhugamálum og eigur at vera merktur av eini framleiðslu, sum fyrst og fremst leggur seg eftir at finna út av, hvat vendir upp og niður og síðani at veita fólkinum neyvar og álítandi upplýsingar um týdningarmikil samfelagslig viðurskifti.”
Havast skal í huga, at KVF sum tíðindamiðil hevur sera stóra ávirkan á einstaklingin og føroyska samfelagnum sum heild, tí , sum kunnugt “kemur trúgvin av tí, ið prædikað verður”.
Ein kann tí spyrja, um nevndi tíðindaflutningur botnar í kollektivari avgerð hjá tíðindadeildini ella um tað eru einstøk tíðindafólk, sum vegna teirra “pondus” seta dagsskránna?
Tað er als ikki óhugsandi, at slík tíðindi, har Ísrael ferð eftir ferð, verður lýst sum “skurkurin”, skundar undir ein antisemitiskan hugburð hjá teim, ið lurta og sum ikki vita betur.
KVF hevur eisini sera stóra samfelagsliga ábyrgd og tí eigur leiðslan/stýrið av álvara gera eftirmetingar av nevnda tíðindaflutningi og førleika teirra, ið smíða slík tíðindi,sum,eftir mínum tykki,als ikki eru í samljóði við tær skyldur, sum Public service sáttmálin ásetur.
Um hetta ikki verður gjørt, kundi væl hent, at komandi politiski myndugleiki ikki fær trupult við at finna sparingar á løgtingsins fíggjarlóg.
Spell og harmiligt, at ávísir journalistar, sum nógv bendir á, fáa loyvi at máa støði undan trúvirðinum hjá einum fjølmiðli, sum helst flestu føroyingar annars eru glaðir fyri og góðir við.
Um ávísir journalistar lata sín egna hugburð stýra tíðindaflutninginum, upp á “bekostning” av journalistiskari dygd og Public service ásetingunum, tá er farið út um øll mørk, og eigur leiðslan at viðgerða málið í tí álvara, ið krevst.
Loksins skal leggjast afturat, at “UM OKKUM” á heimasíðu kringvarpsins, verður sagt: “Men vit kunnu eisini gera mistøk. Tí er umráðandi, at borgarin veit, at hann ella hon kann gera vart við seg, um viðkomandi metir seg líða órætt vegna brot á góðan fjølmiðlasið”.
Tað er júst tí, at nevndu reglur eru festar á blað – helst ikki bert vegna meg sjálvan, men uttan iva vegna mong onnur, ið fylgja við og ikki slúka alt rátt, sum kemur frá tíðindadeild Kringvarpsins.
Sjálvandi verða hesar reglur eisini sendar KVF.
Tordur J. Niclasen